Le Pen ávarar Zidane

Høgrasinnaða forsetavalevnið í Fraklandi, Jean-Marie Le Pen, ávarar nú tann kenda fótbóltsspælaran Zinedine Zidane ímóti at leggja seg út í valið.

Tað var mánadagin, at tann kenda franska fótbóltsstjørnan Zenidine Zidane segði, at sjónarmiðini hjá Jean-Marie Le Pen og flokki hansara Front National umboða ikki tey veruligu fronsku virðini.
- Hevði hann verið her, hevði eg sagt við hann, at at hetta er ikki nakað, sum hann eigur at leggja seg útí. Tú letur teg stýra av teimum, sum nýta teg til frama fyri síni egnu sjónarmið. Zidane er ikki nakað serstakt. Hann er ikki annað enn ein púra vanligur borgari, segði Le Pen við eina franska útvarpsstøð týsdagin.
Úr París verður sagt, at tann 73 ára gamli Le Pen hevur ongantíð verið serliga hugtikin av franska fótbóltslandsliðnum. Í 1996 fanst hann at liðnum. Hann segði, at nógvir av leikarunum eru ikki fransmenn, og at summir teirra hvørki duga ella vilja syngja franska tjóðsangin.
Zenidine Zidane er hálvur fransmaður. Pápi hansara er úr Algeria.