Hóraldur Joensen
---
Trupulleiki
Laksalúsin, Lepeophtheirus salmonis, er ein sonn plága og stór útreiðsla hjá alivinnuni her á landi eins og uttanlands. Fyri stuttum varð nevnt í luftbornu miðlunum, at kostnaðurin av at halda lakslúsini niðri á einum ikki-skaðiligum støði í føroysku alvinnuni er umleið 100 milliónir Dkr árliga. Ein varislig kostnaðarmeting, gjørd í 2010 vísti, at laksalúsatrupulleikin kostar alheimsalivinnuni umleið 2,3 milliardir Dkr um árið. Fleiri avlúsingarevni eru uppfunnin og framleidd, og granskað hevur verið nógv í smittuvandanum frá aliringum til fríar fiskavertir og øvugt. Men higartil er eingin varandi loysn funnin uppá laksalúsatrupulleikan.
Hamskifti jómfrúnnar
Tá tíðin líðir ímóti at jómfrúgvin skal skifta ham, fer hon í lag við at spinna ein tunnan tráð frammarlaga á kroppinum. Hesin tunni tráðurin verður festur í laksin og heldur lúsaparinum føstum meðan hamur jómfrúnnar verður kastaður. Samstundis sum hamurin skrædnar sundur undir hamskiftinum fer kalllúsin nakað framá og tekur við kampi og legg-kjafti um tað líðandi framkomandi nýggja bringuhøvdið á jómfrúnni. Hesin framferðaháttur ger tað møguligt at skifta ham uttan at sleppa takinum á síni útvaldu. Eftir hamskiftið tekur kalllúsin við øðrum kampi sínum um fjórða kropslið á jómfrúnni, júst sum í pre-copulatorisku støðuni. Henda tilgond tekur vanliga ein góðan tíma. Undir hamskiftinum savnast fleiri aðrir lúsakallar beint aftanfyri parið at eygleiða og byrja at hevja bringuhøvdið umleið 30 gradir upp frá laksaskræðuni. Bringuhøvdið verður hildið hátt í eini 3 sekund hvørja ferð. Møguliga verða teir lokkaðir til parleikin av evnafrøðiligum atdráttarevnum ella attractantum frá jómfrúnni.
Lúsaparið verður verðandi tengt at laksinum við tunna tráðnum og kundi stundum flóta uppfrá skræðuni í einar 5 minuttir. Tráðurin verður so slitin við at hálað verður í hann úr øllum ættum út frá festinum. Jómfrúgvin gerð sítt til við at hevja bringuhøvdið og harvið hála í tráðin. Eftir at hava stríðst soleiðis í eini fimm korter slitnar tráðurin og strax skundar parið sær at pressa seg niður í móti skræðuni á laksinum. Meðan hetta virksemi fer fram heldur kalllúsin við øðrum kampi fast um fjórða kropslið á jómfrúnni. Lúsakallar undir upplæring og aðrir dystinlærdir eru framvegis verðandi heilt nær lúsaparinum og eygleiða meðan jómfrúgvin skiftir ham.
Áðrenn sjálv copulatiónin fer fram, koma fram tvey sermerkt atferðarmynstur. Í hinum fyrra atferðamynstrinum gerð paraða kalllúsin tað, at hon fleiri ferðir hevjar kynsgøgn síni umleið 60 gradir í eini 6 sekund og letur síðani falla aftur. Samstundis sum kynsgøgnini falla móti ryggi jómfrúnnar, kurlar lúsakallurin bringuhøvd sítt um kvennkynskøpini á jómfrúnni samstundis sum hann spjálkar títtførur við svimjibeinunum.
Henda atferð verður endurtikin í fleiri tímar. Hitt atferðarmynstrið, ið er nakað sjáldnari, kemur inn ímillum, tá stígur kemur í fyrra atferðarmynstrið. Kalllúsin, haldandi fast um fjórða kropslið á síni útvaldu, lyftir allan kroppin upp frá makanum í eini 30 sekund , og trýstir seg so bráddliga fast móti rygginum á ungjómfrúnni. Henda rørslan fær jómfrúnna at flyta seg eitt sindur á laksinum. Undir báðum atferðunum darra kallkynsgøgnini við rættuliga høgum títtføri.
Making og sáðlát
Eftir eitt døgn í pre-copulatoriskari støðu við nýliga hamskiftu jómfrúnni, heldur sjálv copulatiónin fram. Paraða kalllúsin, væl styðjað av øðrum kampi og legg-kjafti, grulvar til síðis yvir kvennkynskøpini niður av rygginum so langt, at parið loksins liggur saman búk móti búki. Liggjandi soleiðis saman byrjar kalllúsin at prika, stinga og kjaftfara, svarandi til at handfara, opini á kvennkynskøpunum við legg-kjaftinum. Kalllúsin hálar síðani kvennskøpini móti sær somikið ógvusliga, at skapið avskeplast munandi. Nú og tá rættir lúsakallurin legg-kjaftin móti síðuni á kvennskøpunum fyri at hála tey nærri móti búkinum á sær. Millum hesar hendingar lyftir kalllúsin kvennskøpini við legg-kjaftinum fyri at prika og stinga í opini á kvennskøpunum. Eftir hesa viðgerð bendi kalllúsin kynslim sín eini 60 stig upp frá laksinum og slær bráddliga svimjibeinini móti kynsgøgnunum hjá sær sjálvum og jómfrúnni. Eftir hetta nýtir kalllúsin legg-kjaftin enn einaferða at toga kvennskøpini á jómfrúnni tætt móti sær.
Hetta virksemið verður endurtikið meiri enn 25 ferðir, inntil kalllúsin flytir tvey sáðhylki (spermatophore) yvir á kvennskøpini á ungjómfrúnni. Fyri at kunna gera henda flutning, so strýkur kalllúsin legg-kjaftin frá munnanum á kvennskøpunum fram til fremru búksíðu á kvennskøpunum og lyfti tey eini 45 stig upp frá laksaskræðuni. Síðani hevjar kalllúsin sín egna kynslim og pressar tvey sáðhylki gjøgnum sáðræsurnar. Sáðhylkini verða síðani flutt við øðrum pari av svimjibeinum til opini á kvennskøpunum, eisini kallað tað genitala complexið. Hesin flutningur tekur umleið 2-3 sekund. Hereftir pressar lúsakallurin sáðhylkini einar 15 ferðir við svimjibeinunum móti kvennskøpunum. Eftir hesa tilgongd venda sáðhylkini rætt og liggja í hóskandi støðu. Lúsakallurin hevjar so kvennskøpini enn einaferð, og trummar yvirflatuna á sáðhylkjunum títtført við svimjibeinum í nakrar minuttir. Hesin júst umtalaði sáðhylkisflutningur hevur bara verið sæddur fara fram millum fullvaksna kalllús og nýliga hamskifta jómfrú. Allar jómfrúnnar, sum høvdu fingið umtalaðu genitalu trummuviðgerð, vórðu kannaðar, og vísti tað seg at sáðhylkini vórðu tømd inn í kvennskøpini.
Etir mestsum lokið verk flytir kalllúsin ella lúsakallurin seg síðuvegis yvir kvennskøpini og leggur seg í eina eftir-makingarstøðu ella post-copulara støðu, ið er meinlík unda-makingarstøðuni ella tí pre-copularu støðuni. Sjálv makingin, copulatiónin, tekur í meðal umleið 7 minuttir. Lúsakallurin nýtir hesa post-copularu støðu til at trýsta tey ljósu sáðhylkini fast móti kvennskøpunum í nakrar minuttir. Lívrunna límið kring sáðhylkini myrknar og tey gerðast minni ásýnilig við tíðini. Eftir hesa sáhylkislitbroyting glíður kalllúsin spakuliga aftureftir av aftur kvennskøpum jómfrúnnar og fer endaliga frá henni, eftir at hava ligið í góðar tríggjar tímar í eftirmakingarstøð.
Framhald