Lawal heldur fram í Víkingi

Álopsleikarin Adeshina Lawal hevur undirskrivað eitt ára sáttmála við Víking.

Álopsleikarin Adeshina Lawal hevur undirskrivað eitt ára sáttmála við Víking.

 

Tað skrivar Víkingur. Adeshina Lawal kom til felagið í 2017 og hevði ein týðandi leiklut, tá felagið vann annað føroyameistarheitið í 2017.

 

– Víkingur fegnast um at Lawal eisini verður ein partur av hópinum í 2019, skrivar felagið.