Ólavur vissaði HB finaluplássi

Við 3-1 leiðslu frá fyrru hálvfinaluni hevði HB betru kortini á hondini, men fyrstu longu løtuna vórðu teir trýstir í botn av ágangandi VB/Sumba.

Heimaliðið vildi eisini hava brotsspark tíðliga í dystinum, men hetta varð tó av ongum.

Sum dysturin leið, so fekk HB alt betri tamarhald á, og tí var tað kanska ikki heilt óuppiborið, tá innskifti Ólavur S. í Ólavsstovu móti dystarenda skoraði einasta málið í dystinum. Eitt mál, sum staðfesti, at tað verður HB, sum skal spæla steypafinalu móti EB/Streymi.