Ólavur við nýggjum sangi um sorgblítt evni

Føroyski countryprinsurin hevur ikki givið nakað út í næstan eitt ár, men nú er hann endiliga klárur við nýggjum tilfari

26 ára gamli Ólavur á Váli Olsen hevur latið nýtt staklag úr hondum.

Sangurin kallast “Undir brúnni”, og tað er Heri Nolsøe, sum hevur skrivað orðini, meðan Ólavur hevur gjørt lagið.

Teksturin snýr seg um heimloysi, og íblásturin til hetta fekk Heri Nolsøe frá einari ferð í París í fjør, tá hann sá fólk reiða sær ból á vegnum undir opnum himli nærindis hotellinum, har hann búði.

Ólavur hevur sjálvur ljóðblandað og mastrað sangin við ráðgeving frá framleiðaranum Óla Poulsen. Sangurin er framleiddur í Kartney Music hjá Ólavi. Hann hevur eisini fingið góða hjálp frá fleiri av førandi tónleikarunum í Føroyum, sum spæla ljóðføri til sangin.

– Hetta er fyrstu ferð eg gevi nakað út í næstan eitt ár, so tað er ein góð kensla endiliga at vera úti við onkrum nýggjum. Eg eri spentur upp á at vita, hvussu fólk fara at taka ímóti hesum sanginum, sigur Ólavur á Váli Olsen.

Sangurin “Undir brúnni” er tøkur á teimum vanligu stroymingartænastunum, og so er hann eisini útgivin á iTunes.

Til ber eisini at hoyra sangin á YouTube, og tað kanst tú gera her:

##med2##

Tónleikarar:

Ólavur á Váli Olsen - Lead Vokal, Akk guitar, Ukelele & Strings Pad

Karl Martin Samuelsen - Kór røddir

Noé Chaparro - Slide guitar

Svend Åge Drewsen - Bass & Wurlitzer

Laila Rajani - Klaver

Henning Hjalt Nicodemussen - Trummur & Slagverk