Ólavur var ein glaður drongur

Páskadag andaðist Ólavur Klakk í Klaksvík 63 ára gamal, eftir at hann í eina tíð hevur verið sjúkur av krabbameini.

Ólavur Klakk var kendur sum tónleikari og sjónleikari. Sum tannáringur byrjaði Ólavur at spæla í tónleikabólkum, og frá 1972 var hann sangari í víðagitna bólkinum Ólavur Presley And His Dirty Rag Rags. Seinasta framførslan hjá bólkinum var á Summar Festivalinum í fjør.

Ólavur Klakk var eisini virkin í sjónleikarlívinum í Klaksvík, har hann var nógv á palli til leikir og Norðoyastevnuteiti.

Lívsstarvið hjá Ólavi var á Føroya Bjór í Klaksvík, har hann í fjørsummar kundi halda 45 ára starvsdag.

Ein av vinmonnunum hjá Ólavi Klakk, var Rudolf Joensen, sum spældi saman við Ólavi í bólkinum Ólavur Presley And His Dirty Rag Rags. Teir vóru eisini báðir virknir í sjónleikarlívinum í Klaksvík.

- Ólavur var ein glaður drongur. Tú bleivst altíð í góðum lag at verða saman við honum, hann dvøldi ongantíð við tað negativa ella fløkta, men skapti altíð góðan stemning rundan um seg, sigur Rudolf Joensen.

- Hann hevði eini ótrúlig evni til at taka ein pall – bæði sum tónleikari og sum sjónleikari. Sum sangari fekk hann altíð lív í fjøldina, hann var fullur av orku, og hann gjørdi allar sangir, sum vit framførdu, til sínar egnu.

- Ólavur var eitt sólskinsbarn, hann gleddist um tað smáa, og hann hevði evnini at spjaða góðan stemning rundan um seg. Eisini hesa tíðina, hann hevur verið sjúkur, hevur hann verið ótrúligur. Tú helt kanska, at tú skuldi vitja hann fyri at uppmuntra og troysta hann, men tað var øvugt. Hann fekk teg í gott lag.

- Ólavur var eisini lokalur og fegnaðist, tá ið tað gekk væl hjá klaksvíkingum og norðoyingum. Klaksvík hevur mist ein av sínum litríkastu synum, sigur Rudolf Joensen.