Mánadagin 3. november tekur Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum við sum virkisleiðari á P/F Føroya Fiskavirking í Miðvági.
Ólavur er 50 ára gamal, hann hevur útbúgving frá Fiskivinnuskúlanum í Íslandi við áherðslu á framleiðslu, góðsku og búskap.
Eftir lokna útbúgving arbeiddi hann innan fiskivinnufakið í 16 ár, umleið helvtina av tíðini uttanlands. Hann arbeiddi í góðskueftirlitinum hjá Føroya Fiskasølu og á Chaldur í Grimsby, var virkisleiðari á Nordafar í Grønlandi, góðskuleiðari og framleiðsluráðgevi á Ilulissat Fiskeindustri í Grønlandi, framleiðslustjóri og virkisleiðari á African Seafood í Senegal. Eisini hevur hann havt ymiskar aðrar uppgávur í fiskivinnuni.
Seinastu árini hevur Ólavur arbeitt í øðrum vinnugreinum innan avgreiðslu og sum virkisleiðari.
Ólavur er giftur við Astu, f. Østerø, av Trøllanesi, tey eiga fýra børn.










