Ólavur Olsen 80 ár

20. juni fylti Ólavur Olsen í Havn 80 ár.

Ólavur er fuglfirðingur, sonur Onnu Kathrinu, f. Haraldsen, úr Elduvík, og Jóhan Hendrik Olsen, vanliga nevndur Hendrik á Bug, ættaður úr Gøtugjógv. Sum ungur kom Ólavur til Havnar at ganga í skúla, síðan fór hann til Danmarkar, har hann gekk á hægri handilsskúla. Heim aftur komin fekk hann skrivstovustarv í Fuglafirði. Í 1949 giftist hann við Odu, f. Gaard Hansen, úr Havn, dóttir Andreu, f. Gaard, ættað úr Fámjin, og Óla Jákup Hansen, úr Horni í Havn. Oda og Ólavur búsettust í Fuglafirði og fingu tríggjar synir, Hera, Ova og Kára. Í 1957 flutti familjan til Havnar at búgva, tey keyptu eini raðhús í J.Paturssonargøtu. Síðan 1972 hava tey búð í Grønulíð í Havn. Ólavur arbeiddi eina tíð hjá grannskoðarunum Jógvan Sundstein og Paula Ellefsen. Seinni fekk hann starv sum landsgrannskoðari. Hetta starv røkti hann, til hann legði frá sær fyri aldur, 67 ára gamal. Sum pensionistur fær Ólavur tíðina at ganga við at passa hús og hava og svimja. Hann er altíð hjá, tá Havnar Hornorkestur spælir. Ólavur spældi sjálvur sum ungur í Fuglafjarðar Hornorkestri, sum trummusláari. Allir tríggir synirnir spæla í Havnar Hornorkestri. Óla Jákup Hansen, verfaðirin, var ein av stovnarunum av Havnar Hornorkestri og spældi har. So hesin áhugin at spæla horn hjá yngru ættarliðunum kemur helst frá báðum familjunum.