Jóannes Bjartalíð er – soleiðis sum hann hevur verið nógvu tær undanfarnu ferðirnar – á beinkinum hjá KÍ frá dystarbyrjan í kvøld. Har er nýggi miðverjin Predrag Pocuca eisini.
Ólavur Niclasen verður annar av miðverjunum hjá KÍ. Steinbjørn Olsen er millum teir fyrstu ellivu. Tað er sannlíkt, at Hørður Askham verður miðverji, men tað er møguleiki fyri, at Steinbjørn Olsen verður miðverji og Hørður H. Askham miðvallari.
Hjá HB hevur stóri spurningurin verið, hvør skal vera í fremstu álopsódnini. Svarið er, at tað verður Ari Mohr Olsen, sum varð innskiftur og skoraði, tá ið HB vann 2-1 ímóti Skála. Dan í Soylu er millum teir á HB beinkinum.
Alex Troleis bríkslar fyrstu ferð klokkan 18.
Hjálpardómarar eru Andrew Christiansen og Dan Højgaard
KÍ - HB kl. 18.00
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður H. Askham, Ólavur Niclasen, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen, Jákup B. Andreasen, Ronni Møller-Iversen - Semir Hadzibulc, Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Prdreag Procuca, Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør, Mikkjal á Bergi, Jóhan Waag Høgnesen, Óli Eyðsteinsson Poulsen
HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson, Símun Samuelsen – Grétar Snær Gunnarsson, Ari Mohr Olsen
Á beinkinum: Bjari Vitalis Mørk, Daniel Johansen, Dan í Soylu, John Frederiksen, Jógvan Skeel Nolsøe, Heri H. Mohr, Niklas T. Kruse