Nú Zarepta í Vatnsoyrum fær eitt mikro vatnorkuverk, er tað Ólavur Poulsen, sum eigur fyritøkuna VatnOrka og sum eisini býr í Vatnsoyrum, ið er veitari av verkinum. Hann hevur í nógv ár hevur havt áhuga fyri vatnorku og umboðar nú sjálvur vatnmyllur, sum italska verksmiðjan IREM framleiðir.
IREM hevur spesialiserað seg í at framleiða og menna smáar vatnmyllur, og sjálvur er Ólavur Poulsen slett ikki er í iva um, at ein vatnmylla bæði er besta, bíligasta og grønasta orkukeldan, har áin er ein fyritreyt, og umstøður annars eru til eina slíka skipan.
- Tá tú skalt fyrireika títt egna mikro-vatnorkuverk, hava fyrireiking og ráðgeving størstan týdning, og hesa ráðgeving eri eg førur fyri at veita, sigur hann.
Ólavur Poulsen sigur, at hóast áin alla hansara tíð hevur runnið framvið húsunum í Vatnsoyrum, og hann mangan hevur hugsað um vatnorku, kom ikki verulig gongd á, fyrr enn ein vinmaður hansara, sum hevði verið í Noregi, hevði tilfar heim við sær at vísa honum.
- Við internetinum gjørdist eisini lættari at samskifta, og eftir seks árum hevði eg mítt egna mikro vatnorkuverk. Men, fyrstu veruligu vitanina og upplæringina fekk eg á Fossingkraft í Noregi, og seinastu árini havi eg útvegað mær servitan á økinum.
Tað er soleiðis, sigur hann, at flestu vatnmyllur, sum IREM hevur selt, eitt nú til Noregs, eru bundnar í el-netið. Hetta ber ikki til í Føroyum sum er, men SEV arbeiðir við at loyva øðrum at framleiða inn á netið. SEV hevði einkarrætt til flestu áir, men nú kunnu onnur eisini fáa loyvir.
Ólavur Poulsen vísir á, at IREM-vatnmyllur saktans kunnu framleiða inn á netið hjá SEV, og fyrimunirnir við vatnorku eru eitt nú, at hetta er sera støðug orka - antin tað er vindur, stilli, sól ella myrkt.
- Ein vatnmyllu-skipan er sera vælegnað í føroyska umhvørvinum. Hon gevur mestu orkuna vetrarhálvárið, tá mest brúk er fyri orku; hon bara gevur og gevur, brúkar einki og hevur ongar rakstrarútreiðslur, sigur maðurin, sum nú leverar mikro vatnorkuverkið til Zarepta.










