Ólavur Larsen: Var hetta alneyðugt?

- Tit hanga meg út sum”strámann” fyri Hans Jørgen Djurhuus, sigur Ólavur Larsen um tíðindaskrivi hjá Venjarafelagnum

Í gjár sendi Venjarafelagið út tíðindaskriv, har tað bleiv sett spurnartekin við at eitt nú ÍF og AB hava virkandi høvðusvenjarar, sum tó ikki lúka krøvini við A-venjaraprógvi. Víst verður á, at hetta verður loyst við at seta eitt nú Hans Jørgen Djurhuus (ÍF) og Símun Samuelsen (AB) sum fysiskar venjarar á dómaraseðlinum. Tað eru ongi krøv til ein fysiskan venjara.

Víðari vísur Venjarafelagið á, at tað eru greið tekin um, at eitt nú Hans Jørgen Djurhuus og Símun Samuelsen er høvðusvenjarar, tá tað eru teir, ið úttala seg eftir dystir – og ikki Tonny Brimsvík (AB) og Ólavur Larsen (ÍF). Hetta vil Ólavur Larsen tó ikki hava sitandi á sær.

- Var hatta tíðindaskrivið alneyðugt? Tit hanga meg alment út sum “strámann” fyri HJD (Hans Jørgen Djurhuus, blaðm), sjálvt um tað als ikki er fakta. Tíðin hjá mær strekkir ikki til í ár, at standa einsamallur sum venjari hjá ÍF. Tískil eru vit tveir venjarar, so vit fáa arbeitt orduliga seriøst við hópinum og býta uppgávurnar ímillum okkum. Tað hevur riggað ómetaliga væl, og dugi als ikki at síggja trupulleikan. Hans Jørgen Djurhuus er bara ein nógv størri profilur í føroyskum fótbólti enn eg eri, tískil verður hann tikin framum meg til eina og hvørja tíð í miðlunum, sigur Ólavur Larsen í aftursvarið til tíðindaskrivi.

Hann leggur afturat, at hann er ónøgdur um at Venjarafelagið ikki hevur sett seg í samband við hann, áðrenn tíðindaskrivi kom út. Ólavur Larsen heldur eisini, at hetta er ein mál millum Venjarafelagið og Fótbóltssambandið, og kennur tað niðurgerandi at verða útstillaður sum ein, ið tað er sjón fyri søgn at hann ikki stendur á odda fyri sínum liði.

##med2##

Venjarafelagið hevur svarað aftur, at víst verður á í tíðindaskrivinum at hetta er fleiri ferðir boðað frá til Fótbóltssambandið, og at Ólavur Larsen, ið er komin meir enn í helvt við A-venjaraútbúgvingina, hevur fullan rætt at standa á odda fyri ÍF.

Ikki neyðugt at hava UEFA A-venjaraprógv í Føroyum? 

Venjarafelag Føroyar (VFF) hevur ymisk aðalmál. Eitt av hesum aðalmálum er at betra um støðið av venjarum, eggja venjarum til at útbúgva seg og at taka skeiðir, so føroyskir venjarar verða betri skikkaðir og hava møguleika fyri at menna seg sum venjarar. VFF er av tí fatan, at FSF eisini hevur sama aðalmál, sum nevnt er omanfyri.

Fyri fleiri árum síðani setti FSF, í samstarvi við DBU, venjaraútbúgving á skinnarar og lýkur útbúgvingin ásetingar frá UEFA/FIFA. Samstundis sum venjaraútbúgvingin er blivin ein sameindur partur av fótbólts-Føroyum, hevur FSF sett ávís krøv til feløgini um at seta útbúnar venjarar. Og í teimum hægru deildunum er krav um, at venjarar hava A- ella B-venjararútbúgvingina hjá FSF. Harafturat setir FSF krøv til, at útbúnir venjarar regluliga dagføra venjaraprógvið við at luttaka á skeiðum, sum FSF skipar fyri.

Fyri føroysku landskappingina er galdandi, at Høvuðsvenjarin skal hava galdandi UEFA A-prógv og at hjálparvenjarin hevur galdandi UEFA B-prógv í bestu mansdeildini. Fyri bestu deildina hjá kvinnum og 1. deild menn er minsta krav eitt UEFA B-prógv

##med3## 

VFF undrast tí yvir, at ávísir venjarar fáa loyvi til at standa á odda fyri sínum liði í føroysku landskappingini, tí hesir hava ikki neyðuga útbúgvingina. Í øðrum førum er loyvið gingið út, og standa hesir venjarar á pappírinum ikki sum venjarar, men tað er sjón fyri søgn, at hesir venjarar eru teir, sum standa á odda fyri sínum liði.

Venjarafelag Føroya (VFF) hevur í nøkur ár gjørt vart við, at tað er ikki neyðugt við einum A-prógvi, tá ið venjarar skulu setast til bestu deildina hjá monnum. Hvørt einasta ár kemur tað fyri, at venjarar verða settir uttan galdandi prógv. Alt, alt ov ofta kemur tað fyri, at Høvuðsvenjarar kunnu virka undir heitinum “fysiskur venjari”, sum ongi krøv verða sett til.

Dømi er dysturin AB-ÍF

Tann 27. juli 2020 dystaðust AB og ÍF á Argjum. Sambært loyvisskipanini hjá FSF, Comet, so standa venjararnir hjá ávikavist AB og ÍF, Símun Samuelsen og Hans Jørgin Djurhuus, skrásettir sum fysiskir venjarar. Harumframt hevði in.fo samrøðu við júst nevndu venjarar eftir dystin. Tað má metast at vera sjáldsamt, at fysiskir venjarar verða drignir framat mikrofonini eftir fótbóltsdyst.

Sambært heimasíðuni hjá FSF, so hava 66 venjarar eitt galdandi A-prógv, tí skuldu føroysku feløgini havt fleiri góðar møguleikar at valt ímillum, tá ið nýggjur venjari skal setast. Harumframt kunnu útlendskir venjarar fáa starv, men teir hava heldur ikki altíð pappírini í lagi.

 ##med4##

Tað er heldur eingin, sum er í iva um, at føroysku venjararnir eru mentir nógv seinnu árini og framhaldandi mennast. Tað er sera gleðiligt, at vit seinnu árini hava fingið 3 venjarar, sum hava hægst møguligt prógv við UEFA PRO loyvi.

VFF metir, at um FSF ikki strammar upp og fær feløgini at halda seg til ásettu krøv, so er eingin grund hjá venjarum at brúka nógva tíð og orku til at taka útbúgvingina hjá FSF, sum er ein góð og gevandi venjaraútbúgving, ella at taka “kravdu” inpulstímarnar, sum FSF setir útbúðnum venjarum,  so hesir venjarar ikki missa venjaraloyvið. Og um hetta verður ”rákið”, er vandi fyri, at góðskan á venjarum, sum fara at virka í Føroyar, verður lækkandi.

Aðrastaðni í heiminum roynir man at umsita ásettu venjarakrøv. VFF vónar, at FSF tekur hesi viðurskifti í álvara og fær rætta kósina!