##med2##
ÍF var fyri sínum størsta tapi hetta kappingarárið, tá teir á útivølli í Klaksvík taptu 0-6 móti KÍ. Í fyrra hálvleiki var reint galið, tí aftaná 35 minuttirs spæl var støðan 4-0 til KÍ.
KÍ – ÍF 6-0 (4-0)
1-0: Patrik Johannesen (16.)
2-0: Odmar Færø (19.)
3-0: Jóannes Bjartalíð (31.)
4-0: Páll A. Klettskarð (35.)
5-0: sjálvmál (83.)
6-0: Ole Erik Midtskogen (87.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Ólavur Larsen sum staðfestir eitt uppiborið stórtap. Teir høvdu gjørt nógvar fyrireikingar til torføru uppgávuna, men vóru spældir sundur og saman í serliga fyrra hálvleiki. Ólavur slær tó fast, at ÍF fer at læra av hesum, og eitt slíkt úrslit og avrik fer ikki at endurtaka seg.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen staðfesta eitt framúrskarandi KÍ-avrik. Teitur er imponeraður av hvussu væl KÍ spælir fyri tíðina. Teitur er sera spentur uppá um KÍ við tí spælilagnum teir eru i nú kunnu gera sensasjónina og koppa Slovan Bratislava í Champions League undankappingini á heimavølli um átta dagar.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum seks málunum hjá KÍ. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.











