Føroyameistarin Martin Poulsen lá best fyri undan fimta umfarinum og var avbjóðingin í dag íslendski altjóða meistarin Sævar Bjarnason. Martin kom aftur væl frá byrjanini og fekk fyrimun við hvíta fólkinum. Ìslendarin stóð kroystur leingi, men vardi seg væl og fekk eisini sett onkra fellu fyri føroyameistaranum.
Martin bleiv lumpaður í miðspælinum og misti ein rók fyri ein bisp. Sævar slapp sær nú í endatalv við eini finnu meir og eydnaðist tað honum at vinna talvið. Martin skal í seinnu hálvu skora 4 stig út av fimm talvum til tess at røkka IM norminum.
Ólavur sló til
Ólavur møtti í dag oddafiskinum Emil Hermansson við hvítum. Talvið gjørdist sera spennandi og væl leikt, við Ólavi í álopi og svianum í verjuni. Ólavur kom í rúkandi tíðarneyð, men megnaði hóast tað at halda støðinum uppi, og brádliga var hann sloppin út í eitt gott endatalv. Men Hermansson leikti væl og hevði møguleikan at avgerða talvið í tíðneyðuni. Tá hann ikki fann rætta leikin, sló Ólavur til og koppaði favorittinum í einum sera undirhaldandi talvi. Ólavur skal hava 3,5 stig í seinnu hálvu til IM normin.
Heini Olsen kom sær í rættiligt ódnarveður móti danska altjóða meistaranum Jens Ove Fries Nielsen. Við smáum óneyvum leikum í byrjanini, kom Heini at standa nakað verri við hvítum. Danin vaks við uppgávuni og fór í eitt eirindaleyst álop móti hvítu støðuni. Heini svaraði væl aftur, men tíðin var knøpp og at enda fall støðan saman og Heini gavst. Flott telvað av dananum og Heini skal nú hava heili 4,5 stig í seinnu hálvu fyri at skora sín næsta IM norm. Ein sera torfør uppgáva.
Støðan er nú tann at Ólavur Simonsen og Jens Ove Fries Nielsen hava 3 stig. Emil Hermasson og Martin Poulsen hava 2,5 stig. Heini Olsen og Sævar Bjarnason hava 2 stig.