Ólavur Niclasen er ein fleiri ungum KÍ spælarum, sum eru í holt við at vinna seg fram á besta liðnum hjá felagnum. Í gjár spældi hann seinasta hálva tíma, tá KÍ vann 2-1 á Skála. Ein dystur sum bleiv spældur á Tórsvølli.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna
- Øhhh, nú kenni eg ikki stigatalvuna, svarar Ólavur Niclasen, tá hann verður møttur av staðfestingini, at KÍ kemur at verða oddalið, tá umfarið er av.
Les eisini: (Video) Samandráttur Skála-KÍ 1-2
Hann heldur annars, at Skála trýsti óført seinastu løtuna, men at hann samstundis helt, at KÍ hevði tamarhald á støðuni. Albert Adu legði KÍ á odda, meðan 2-0 málið var eitt sjálvmál. Michal Przybylski minkaði um munin fyri KÍ, sum also framvegis er oddalið í Effo-deildini – líka mikið hvat hendir í hinum fýra dystunum í dag.