Ólavur Jensen: - Vónbrotin av mótstøðuni

Ein av landsliðsleikarunum hjá SÍ, Ólavur Jensen, var eftir finalusigurin heldur ovfarin av hvussu dysturin fór fram.

- Eg eri væl nøgdur við avrikið, men vit væntaðu ein spennandi dyst, sum tað ongantíð bleiv, og tað er ein løgin kensla. Vit fingu tað lættari enn væntað og komu ikki ordiliga í gongd. Har var einki at ivast í, staðfestir Ólavur.
Hann fegnast serliga um blokkspælið hjá sínum liðfeløgum.
- Kantálopini hjá okkum vóru góð, men serliga haldi eg at blokkurin var yvirraskandi góður. Í grundini var hann tað frægasta, hann hevur verið í ár, vísir Ólavur á.
Mjølnir var væl við frá byrjan í øllum settunum, men so vórðu klaksvíkingar fullkomiliga settir av.
- Teir byrjaðu at gera nógvar villur hinumeðin netið og vunnu vit eisini nógv upp á tað, sigur Ólavur Jensen, hevari við 13 landsdystum á baki.