Gittarspælarin, Ólavur Jakobsen hevur nú givið sína fyrstu fløgu út.
Tað er ein fløga, sum er ætlað altjóða tónleikamarknaðinum. Allur teksturin er á enskum og nógv orka er løgd í at fáa dygdina á bæði innspæling og kápu so góða sum gjørligt, sigur Tutl, sum gevur fløguna út.
Tónleikurin er allur skrivaður til Ólavs, men nøkur løg hevur hann sjálvur sett út fyri sologittara.
Annars eru tað bæði Sunleif Rasmussen, Kári Bæk og Kristian Blak og onnur, sum hava skriva tónleik til Ólav Jakobsen.
Herumframt hevur hann eisini tikið eldri tónleik við, og í hesum sambandi hevur hann lagt til rættis løg hjá Jógvan Waagstein og William Heinesen.
Talan er um aldargamla lagið Ljómurnar, ið Waagstein skrivaði eitt sum eitt verk fyri solo orgul. Hetta er við á fløguni, men nú fyri gittara.
Eisini Kingolagið Vaag op og slae paa dine Strenge er við á fløguni, har Ólavur Jakobsen spælir verkið í egnari útseting við støði í variatiónunum hjá William Heinesen fyri solo bratsj.
Fløgan hevur fingið heitið eftir hesum lagi, men í enskari týðing: Awake, my Soul, and Sound your Strings.
Ólavur Jakobsen hevur spælt gittar síðani hann var smádrongur og hann hevur verið virkin sum konsert gittarspælari í Føroyum og uttanlands, umframt at hann hevur verið við á eini ørgrynnu av plátum, fløgum og innspælingum. Men hetta er so er hansara fyrsta solo útgáva.