Ólavur hin heilagi, Noregs kongur

Í sambandi við at tá vóru liðin 900 ár síðan, at Ólavur hin heilagi læt lív í bardaganum á Stiklastøðum, hevði Jákup Dahl, próvstur, í 1930 grein í Varðanum um Ólav, Noregs kong, og minnishátíð hansara Ólavsøkuna. Vit hava valt at endurprenta hana her í Ólavsøkublaðnum.

"Ólavsøka, gamla fragdartíð!

Føroya garpar stevna

fróir, um teir evna,

til at halda gleim í Havnarbý."


Tað var hin 29. juli 1030, at Ólavur hin heilagi, Noregs kongur, fell í bardaganum á Stiklastøðum, og tað eru so á Ólavsøku í ár liðin 900 ár, síðan hetta hendi. Við tað at deyðadagur Ólavs kongs altíð her í Føroyum hevur verið minstur og hildin sum ein hátíðardagur, kann tað ikki vera so heilt burtur úr lagi at flyta fram her nøkur minningarorð.


Hvør var Ólavur? Og hvat gjørdi hann? Hann var kongaborin, føddur 995, sama árið sum Ólavur Tryggvason kom heim aftur til Noregs. Hann var ættaður frá Haraldi hinum hárfagra, og sum so mangir í teirri ættini hevði hann góðar gávur og merkilig evni, og tíðliga var hann mentur.

Ikki meira enn 12 ára gamal fór hann í víking, og skipsmenninir, sum vóru í ferðini við honum, góvu honum longu tá konganavn. Hann herjaði í víking nøkur ár, bæði fyri eystan og fyri vestan, serliga í Onglandi og grannalondunum har; og hann var millum teirra fremstu í hernaði.


Tey herverk, sum vórðu gjørd á slíkum víkingaferðum, vóru mangan hervilig; og neyðin, sum stóðst av teimum, var stór. Sum eitt dømi um tilgongdina skal bert hetta verða nevnt:

Árið 1011 tók ein flokkur av víkingum borgina Canterbury, og teir fangaðu erkabispin Ælfheah, ein av mætastu og bestu monnum í hini angulsaksisku kirkjuni; sami maðurin, sum nøkur ár frammanundan hevði skírt Ólav Tryggvason. Teir kravdu at fáa loysipening fyri hann. Ein dagin stóð hesin gamli maðurin mitt í hesum víkingaflokkinum, sum hóttaði hann og rópaði eftir pengum; men hann segði nei, hann hvørki kundi ella vildi lata teir fáa gull fyri lív sítt, og heldur ikki vildi hann heita á vinir sínar fyri at loysa seg út. Tá spann øði i víkingarnar, og við kjøtbeinum bardu teir bispin til deyða.


Øll líkindi eru til, at Ólavur eisini var har uppi í ta ferðina, men ein slíkur tilburður man ivaleyst eisini hava haft sterka ávirkan á sál hansara.

Nakað stutt aftaná, 1014, kom hann til Rúðuborgar (Rouen) í Normandínum og dvaldist har um stund. Teir menn, sum tá ráddu í Rúðuborg, vóru sjálvir komnir av Norðbúgvum. Um hetta mundið gekk víða hvar og serliga um Normandíið ein sterk, andlig rørsla, og eitt nýtt kristið lív birtist í. Henda rørsla var sprottin út frá hinum viðgitna

kloystrinum Cluny í Burgund, og hon hevði allar staðir, har sum hon vann fram, sterka ávirkan á lívið millum manna.

Har kom at vera ein góð og vøkur siðmenning, eitt ríkt andligt lív og høg mentun, og menn fóru fram við spekt og við hógv. Undangongumenninir í hesum menningararbeiði har í Normandínum vóru teir hertugin í Rúðuborg sjálvur, Rikard, og Robert, bróðir hansara, sum var erkabispur. Lívið, sum her varð livað, var í mongum førum so ólíkt tí óflýggjaskapi, sum eyðkendi víkingalívið og heiðinskapin. Hin ungi Ólavur varð hugtikin av hesum, og har í Rúðuborg tók hann við kristnari skírn, og sum tey gomlu orðini siga um hann "tá gjørdist hann allur annar maður".


Hann hevði hugsað um at gera eina ferð til Jorsalalands; men meðan hetta var í umbúnaði, droymdi hann eina náttina, at maður kom til hansara og segði: "Far heim aftur til óðals tíns, tí at tú skalt vera kongur í Noregi allar ævir."

Av Jorsalaferðini kom so einki at verða, men hesin dreymur kom ígjøgnum tíðirnar at leggja ein seran dám á allar tær søgur, sum komu at verða sagdar um Ólav kong, at hann skuldi vera Noregs ævigi kongur.


Um várið 1015 fór hann so heim aftur til Noregs. Í ferðini við honum vóru millum aðrar menn bisparnir Rudolvur úr Rúðuborg og Grimkel úr Onglandi, menn av norskari ætt, báðir frálíkir menn. Teir lendu á oynni Selju. Tá ið teir komu upp á land, gleið Ólavur í móruni og sakk niður.

"Nú datt eg," hevði hann tá fyri munni á sær. "Tú datt ikki, kongur; men nú festi tú fót í Noregi", helt ein av fylgismonnum hansara fyri. "Tað kann so vera, um Guð vil," segði tá Ólavur.

Heimkomin visti hann, hvat hann vildi: Alt Noregs land skuldi vera eitt ríki, og tann siðmenning, sum hann hevði sæð, onnur fólk áttu, skuldi eisini ognast hansara egna fólki, so at Noregs fólk skuldi vera eitt kristið fólk.


Hesir báðir høvuðstættirnir ganga ígjøgnum alt kongaverk Ólavs: at bjarga Noregi frá fíggindum innlendis og útlendis og savna og sameina fólkið og at kristna fólkið.

Fólkið var sundurslitið í ósemju og tvídrátti; nógvir vildu ráða, og landið var tí farið sundur í nógv smáríki, og útlendskir menn, serliga Knútur kongur hin mikli í Danmørk, royndu at leggja landið undir seg.

Hesum mátti annað skil koma á; ríkið skuldi vera eitt, og fólkið skuldi standa saman sum eitt samfelag. Herjing og oyðing, rán og ófriður bæði á sjógvi og landi, bæði burtur og heima, skuldu halda uppat; fólk skuldi fáa loyvi til at liva og arbeiða í friði og náðum. Kønir menn siga, at orðið landafriður fyrstu ferð er nevnt í einum samtíðar kvæði um Ólav kong.


Men tí mátti fólkið taka við kristnari trúgv og skifta sið. Allir gamlir, ringir heidnir siðir skuldu verða lagdir av, og kristin siðmenning koma í staðin. Hørgar og avgudahov vórðu brotin niður, og kirkjur bygdar aftur fyri. Øll gomul yvirtrúgv um gand og veittrar og allar vondar maktir, sum gjørdu lívið so tungt og dapurt og ótrygt, skuldi verða týnd; - tað er av hesum at tað í kvæðunum hjá okkum so ofta verður kvøðið um, at Ólavur kongur herjar móti trøllum. Kristin trúgv skuldi birta ljós og kraft og sælan frið, skuldi skapa ein annan hugsunarhátt, elva fram lýdni og rættferð, arbeiðishug og arbeiðisgleði og halga alt lívið.


Sjálvandi kom stríðið at vera hart millum hitt gamla og hitt nýggja lagið; smátt gekk at vinna fram, mótstøðan var sterk, nógvir gjørdust fíggindar hansara, so at hann at endanum noyddist at rýma úr landinum og líka eystur í Garðaríkið.

Nakað harðrendur kundi hann sjálvur eisini vera, og ikki fór hann altíð um við mýkindum. Men gjøgnum líðing og stríð mýktist og búnaðist hann, so at kristindómsins andi meira og meira fekk ræði á honum sjálvum. Hann vildi ikki, at hin ríki og múgvandi skuldi kúga hin fátæka undir seg, men at ein og hvør skuldi ráða fyri sínum sum rætt var, og vera nøgdur við tað, sum Guð hevur ætlað einum og hvørjum at ráða fyri. Og tað harmaði hann t. d. at síggja, at akrarnir hjá heimafólki vórðu niðurtraðkaðir av hermonnum.


So kom hann heim aftur úr Garðaríki og stóð á Stiklastøðum í stríði fyri sína sak og fyri Guðs sak, og har legði hann lívið á, bert 35 ára gamal, tí at "hann vildi heldur geva kongadømið frá sær enn rættvísi".

Tað kann tykjast undarligt, at tað vóru bøndurnir, sum hann serliga vildi hjálpa, sum bóru vápn móti honum á Stiklastøðum. Men bøndurnir vórðu sendir í bardagan av teimum stórmonnum, sum høvdu givið seg í tænastu hjá Knúti kongi, og tí vóru tað, soleiðis sum Tormóð kolbrúnarskald kvað um bardagan á Stiklastøðum, "donsk vápn", sum vórðu borin móti Ólavi kongi á Stiklastøðum.


Bóndaherurin vann siður; men har var eingin sigursgleði um tað, sum hent var; heldur tvørturímót kendist tað sum ein dapur óhugnaður kom á alt fólkið. Og brátt kom umskiftið. Um alt landið fóru tey at tala um, at hann var ein góður og heilagur maður. Nú tá ið hann var farin, sóu tey, hvat tað var fyri eitt mál, sum hann hevði livað fyri og strítt fyri, og sum hann var deyður fyri. Angur kom á tey. Eitt hitt besta dømi um hetta er tað, at sjálvur Tórir hundur, hann sum hevði givið konginum banasár, fór út av landinum og gjørdi pílgrímsferð til Jorsalalands fyri at fáa bót fyri synd sína.


Og bert eitt ár aftan á, at Ólavur er fallin, standa teir Grimkel bispur og Einar tambarskelvir á einum stórum fólkafundi í Niðarósi uppi yvir líkinum av Ólavi kongi og lýsa hann heilagan. Og alt fólkið tekur undir.

Líkið varð sveipað inn í silki og lagt í skrín, og skrínið varð sett á háaltarið í Klemenskirkjuni. Yvir ta sandgrøvina, sum líkið í fyrstuni varð lagt í, varð bygt eitt kapel, og altarið varð sett har, sum líkið hevði ligið.

Ólavur kongur læt lív sítt fyri tað verk, sum hann vildi útinna landinum og kirkjuni til frama.


Allir hinir gomlu søgumenninir eru á eimam máli um, at hann var av mætastu merkismonnum, og flest allir koma enn á døgum á samt um tað, at tað er størsta lívsverk, sum gjørt er í Noregs landi, og at hann hevur givið fólki sínum tær hugsjónir og sett tí tey lívsmál, sum ikki mega kámast burtur, so leingi sum landið stendur, um væl skal vita við.


Tá ið Ólavur kongur var lýstur at vera heilagur maður, var tað so skjótt, at Ólavsøka, hátíðin til minnis um hann, kom í lag; og alla miðøldina upp ígjøgnum var henda hátíðin hin størsta í teirri norsku kirkjuni.

Ólavsøkudagur var ein av teimum heiligdøgum, sum teir gomlu kallaðu nónheilagir, t. e. tað varð hildið heilagt frá nóni dagin fyri.

Náttin millum hin 28. og hin 29. juli (sjálvan Ólavsøkudag) var ein vøkunátt, tá ið tey hildu guðstænastu í kirkjuni alla náttina. Slík náttarguðstænasta varð kallað vigilia ella vaka, vøka. Av hesum kemur navnið Ólavsøka, sum í grundini er Ólavsvøka.


Mikil var mannfjøldin, sum á hvørjum ári kom saman í Niðarósi fyri at halda hesa stóru hátið í hini avbera prýðiligu dómkirkjuni har. Úr øllum ættum komu pílagrímar, úr øllum norðurlondum og víða hvar úr øðrum londum við; langar og torførar vegir fóru tey upp um fjøll og eftir sjónum fyri at vinna fram til halgidóm Ólavs. Summi fóru fyri at fáa sálarbót fyri syndir sínar, summi fyri at fáa heilsubót fyri eina hvørja sjúku, summi fyri at vinna eina serliga Guðs miskunn.


Øll, sum vóru á slíkari ferð, vóru friðlýst, ein og hvør átti at hjálpa teimum, eingin átti at meina tey.

Guðstænastan um náttina var býtt sundur í fýra náttarvøkur. Í hvørjari av hesum var bønahald, urgansleikur, kórsangur, skiftisangur, upplestur av ymsum heilagum orðum, sum sipaðu til lív og virki Ólavs.

Sjálvan Ólavsøkudag, fyrra part á degi, verður so høvuðsguðstænastan hildin. Tað er Ólavsmessan. Hin veldiga ljómandi kirkjan er stúgvandi full av fólki. Ein hátíðarlig tøgn, eitt heilagt kvirr er á øllum. Í teirri stund tá ið erkabispurin heldur altarbreyðinum upp frá altarinum, fellur alt fólkið, sum í kirkjuni er, á knæ, og hugtikin bíða øll eftir,

at okkurt undur skal henda.


Tá ið messan er liðug, fer hin hátíðarliga skrúðgongan fram. Innan úr kóri koma allir kirkjumenninir uttar eftir kirkjugólvinum berandi brennandi kertur, krossar, kalikar, myndir o. s. fr. Aftaná kemur hitt dýrabara, skreytbúna halgiskrín Ólavs, sum verður borið av seksti monnum. Har sum halgiskrínið kemur fram, troðkast tey um at sleppa at nema við tað og at geva offur sítt, fyri at fáa ta hjálp og signing, sum teimum leingist eftir og er tørvur á. Og mangar vóru frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.


Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.

Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.

Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.


Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.

Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.

Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.


Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.

Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.


Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.

Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.

Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.


Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk

okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.

"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.

Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.


J. Dahl