Ólavur hevur sovið illa í nátt

Ljóðsamrøða frá Rás2: Ólavur Niclassen byrjaði á fyrsta sinni inni á besta liðnum hjá KÍ í toppdystinum í Sarpugerði í dag

Ein av stóru skelkunum undan oddabrakinum í Sarpugerði ímillum Víking og KÍ í dag var, at bert 18 ára gamli Ólavur Niclassen byrjaði inni í verjuni hjá KÍ framman fyri amerikanska Mayowa Alli, sum varð settur á bonkin fyri at geva pláss til unga mannin.

 

Trýst á ljóðfílina undir myndini fyri at hoyra tað, sum Ólavur Niclassen hevði at siga við Trónd Arge eftir sera týdningarmikla 2-1 sigurin hjá KÍ. Ólavur Niclassen greiðir millum annað frá, at hann hevur sovið illa í nátt, tí at hann í gjárkvøldi fekk boð um, at hann á fyrsta sinni skuldi byrja inni á Effoliðnum hjá KÍ - enntá á útivølli ímóti Víkingi í Sarpugerði!