Ólavur Hátún: ? Dygdarverk av Kára Bæk

Seinasta leygardag var konsert í Kvívíkar kirkju, har Vestmanna sangkór framførdi kantatu eftir Kára Bæk. Afturat kórsanginum vóru messingblásarar og urguspæl. Ólavur Hátún metir, at kantatan og konsertin sum heild eydnaðist sera væl

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein kvívíkingur sjálvur komponerarar eina kantatu, men hóast hetta so var kirkjan ikki full leygardagin, tá frumframførsla var á skránni í Kvívíkar kirkju. Hetta var kanska eitt vónbrot, tí onkur hevði væntað, at fleiri fóru at leggja leiðina í kirkjuna tann dagin.

Tað var Vestmanna sangkór, sum bæði hevur menn og kvinnur, ið framførdi kantatuna saman við messingblásarum og urguspælara.

? Tey komu bara heilt væl frá sínum avriki, og tað varð væl frágingið. Kantatan er eitt dygdarverk, metir Ólavur Hátún.

Tað er eingin ivi um, at Vestmanna sangkór er eitt av okkara bestu her á landi, og teirra partur varð væl úr hondum greiddur. Tey hava sungið saman sera leingi, og tað er avgjørt ein styrki hjá kórinum.

Av tí at hetta var frumframførslan, so er altíð okkurt, sum kundi verið eitt vet betri. Tað var kanska eitt sindur óheppið, at fjarstøðan millum blásararnar og kórið var so stór. Tað var soleiðis, at blásararnir sótu uppi á loftinum, og kórið var niðriundir. Hetta merkti konsertina eitt sindur.

Kári Bæk hevur gjørt kantatuna eftir einum bíbliuteksti í evangeliunum.

Tað eru Vestmanna kommuna og Kvívíkar sókn, sum hava tikið stig til hesa kantatu.