Ólavur Gregersen á Flesjarnar

Fyri 25 árum síðan:

Farmaskipið hjá P/f Drekanum í Gøtu, Ólavu Gregersen, rendi á flesjaranar um tvey tíðina um náttina tann 10. januar. Skipið hevði verið í Klaksvík og var á veg inn á Runavík, tá tað fór av kós og rendi á Flesjarnar.


Manningin, sum taldi níggju mans, varð sjórað umborð á vaktarskipið Ólav Halga, sum var komið til hjálpar. Manningin varð sigld til Havnar. Skipið sakk nakar dagar seinni.


Ólavur Gregersen var nýggjur, hann varð bygdur á Skála Skipasmiðju at 12. oktober 1982.



Myndatekstur:


Farmaskipið Ólavur Gregersen stendur á Flesjunum