Fríggjadagin 27. juli kl. 18 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum bæði hjá vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingum er á Skálatrøð.
Byrjað verður kl. 18, tá vaksin renna 5 kilometrar. Runnið verður nakrar ferðir runt á Skálatrøð og út í Bakka. Børn og ung byrja at renna kl. 18.30.
Tilmelding á www.renn.fo er í seinasta lagið mikukvøldið 25. juli kl. 22.