Sum vant, so skipaði Bragdið fyri ólavsøkurenning, tá føroyingar hildu tjóðarhátíð sína. Umframt fimm kilometur langa teinin, sum tey vaksnu runnu, so sluppu yngru rennararnir eisini at royna seg á styttri teinum.
Hjá monnunum var tað ikki óvæntað Bogi Lenvig, sum var skjótastur á teininum. Hann var nærum ein minutt undan Símun Joensen, sum á øðrum megnaði at halda Johnard Larsen aftan fyri seg.
Hjá kvinnunum var somuleiðis talan um ein suveranan vinnara. Borgarhjørt Holm, sum á Oyggjaleikunum var partur av Marathon-liðnum hjá føroyingum, kom á málið nærum tveir minuttir undan næsta rennaranum, sum var Tordis D. Eiriksfoss.
Tey trý fremstu í hvørjum bólki komu annars á mál í hesi raðfylgju:
5 km menn
1Bogi Lenvig15,53
2Símun Joensen16,48
3Jonhard Larsen16,56
5 km menn, veteranar
1Óli Olsen19,57
2Henning Clemens Poulsen19,58
3Ólavur Herup Olsen20,32
5 km kvinnur
1Borgarhjørt Holm19,35
2Tordis Debes Eiriksfoss21,32
3Jóngerð Høgnesen24,38
5 km kvinnur, veteranar
1Jóngerð Høgnesen24,38
600 m, dreingir 7
1Teis Horn2,17
2Betuel Hansen2,25
3Bartal Wardum2,31
600 m, dreingir 10
1Rúni Seloy1,56
2Jóhan á Plógv Hansen2,00
3Oyvind Lützen2,02
1200 m, dreingir 12
1Robin Jønsson3,41
2Daniel Djurhuus Rein3,44
3Remi Langgaard3,52
1200 m, dreingir 17
1Jóan Karl Joensen3,30
2Álvur F. Christiansen3,39
3Bárður Johannesen4,00
600 m, gentur 7
1Elin D. Hansen2,26
2Hildur Egilsdóttir2,36
3Bjørk Reynagarð Svabo2,37
600 m, gentur 10
1Vár Gregersen2,04
2Rebekka Fuglø2,13
3Guðrun Hentze2,16
1200 m, gentur 13
1Bjørk Herup Olsen4,14
2Jenny Svabo4,15
3Maria Holm Lund4,36
1200 m, gentur 17
1Marin í Dali4,01
2Annika Vang5,06
3Meena Martinsdóttir6,12