Ólavsøkuróður: Keyp tær atgongd á netinum

Undirtøkan fyri kappróðrinum hevur verið met høg í ár, og kappróðurin er eitt av høvuðstiltøkunum á ólavsøku.

 

- Kappróðurin verður, sum vanligt er ólavsøkuaftan. Fyri at avmarka smittuvandan, verður heitt á fólk um at keypa atgongumerki til kappróðurin á alnótini og at halda frástøðu. Møguleiki er tó eisini at keypa atgongumerki við inngongdina sum vanligt. Tó er best um fólk keypa á alnótini.

Tað sigur Áhugafelagið Ólavsøkuróðurin í tíðindaskrivi í kvøld.

Lagt verður aftrat, at roknast kann við nógvum áskoðarum til ólavsøkuróðurin. Orsøkin er, at undirtøkan fyri kappróðrinum hevur verið met høg í ár, og at kappróðurin er eitt av høvuðstiltøkunum á ólavsøku.

- Av tí sama kann tað gerast trongt við inngongdirnar. Tí heita fyrireikararnir á fólk um at keypa atgongumerki til kappróðurin á netinum fyri at fólk betur kunna halda frástøðu.

Tey, sum standa aftan fyri kappróðurin á ólavsøku, vísa til hesa leinkju, har atgongumerki kunnu keypast - https://hr.nutickets.com/olavsokurodurin?fbclid=IwAR2MEZKTOp6-wzLH2GmU_RtIroYaO6U5lhlCsGuqBCqCETrkYdxx1fKNJts

- Tá fólk koma til inngongdirnar til róðrarøkið, skulu tey hava atgongumerkið klárt til skanning, annaðhvørt á fartelefonini ella pappíri. Tá verður tað munandi skjótari at sleppa inn enn annars. Á keiøkinum er møguligt at gjalda við korti fyri onnur tiltøk, leskidrykkir og annað, sigur Áhugafelagið Ólavsøkuróðurin í tíðindaskrivi í kvøld.