Hetta ljóðar gott, men er tíverri í ansøgn við ætlanina hjá samgonguflokkunum at skerja í inntøkugrundarlagnum hjá einum parti av borgarum, ið enn ikki hava fingið javnsett kor í samfelagnum.
Eg skal geva eitt dømi uppá ein fyritíðarpensjónist, ið verður raktur av hesum uppskoti.?Taka vit ein borgara, ið hevur eina miðal fyritíðarpensjón, so hevur viðkomandi fingið hesa, orsakað av at vinnuevnini eru 2/3 niðursett. Orðsaka av hesum, fær borgarin áleið 9 - 10 ts kr. áðrenn skatt, hvat ikki er nógv at liva fyri.
Í 2007 kundu vit loksins fegnast um, at inntøkugrundarlagi hjá borgarum, ið hava fingið tilluta t.d. eina miðal pensjón kom upp á eitt liviligt støði,- nevnliga møguleika at tjena 87.000 ts. kr. uttan at tað verður mótroknað í pensjónini. Tað arbeiðið, ið her er slóðað, eitt nú av undanfarna landstýrismanni í almannamálum, Hans Paula Strøm, skal nú, við einum pennastroki, brótast niður aftur.
Tíverri hevur landstýriskvinnan á hesum øki, ikki megna at gjørt sína ávirkan galdandi, áðrenn uppskotið var framlagt,- men vit eru mong, ið heita á hana um at gera sítt til, at hetta ikki kemur ígjøgnum,- tí kemur hetta uppskot í gjøgnum, so er grundarlagið undir júst viðtikna ST-sáttmálanum, um at tryggja javnsett kor til borgara, ið bera brek,- burtur.
Við Sjálvstýriskvøðu