Ólavsøkupakkin 2009

Landsfelag Pensjónista mótmælir staðiliga:

At mótroknað verður í viðbótini frá fyrstu krónu við 25% (ætlanin vendir sosialt skeivt og gevur ongan hug at arbeiða)

At mótroknað verður í grundarupphæddini við aðrari inntøku enn arbeiðsinntøku

At pensjónsaldurin verður hækkaður við lóg

 

Landsfelagið tekur undir við:

 

At øll - í framtíðini - skulu gjalda pening til eginpensjón.

 

At grundarupphæddin verður skattskyldug

 

At fólk skulu hava rætt til at arbeiða so longi orka og hugur er til tess (beinast má fyri allari aldursdiskriminatión og uppsagnaraldurin strikast)

 

Landsfelagið mælir til:

 

At gift ikki framhaldandi verða diskriminerað í pensjónshøpi – gift skulu hava somu pensjón sum støk.

 

At pensjónistar ikki framhaldandi verða noyddir at liva undir fátækramarkinum. (Í 2008 lá nettofólkapensjónin og samhaldsfasti, hjá giftum fólkapensjónistum 3.504 kr. undir OECD fátækra-markinum). Útgjaldið úr Samhaldsfasta má tí uttan himpr hækkast.

 

Pensjónsspariuppskotið hjá fíggjarmálaráðnum eigur at verða tikið aftur. - Uppskotið leggur upp til, at fólkapensjónirnar í 2010 skulu skerjast við 25 mió. kr. Verður pensjónsspariuppskotið framt í verki, fær hetta ómetaliga óhepnar fíggjarligar- og sosialar fylgjur fyri lágløntar fátækar pensjónistar.