Ólavsøkumálið er longu rokkið

Í góða gamla stílinum smurdi Jarnbardur bátarnar av, sum á trimum teimum fyrstu stevnunum hava kappats um fremsta plássið

6-MANNAFØR KVINNUR

Tað verður nógv roknað eftir Jóansøkuna. Stóri spurningurin er, hvørjir møguleikarnir eru hjá Jarnbardi at vinna FM heitið, sum tær hava vunnið tvey tey seinastu árini, og sum Jarnbardur hevur átt níggju av fimtan teimum seinastu árunum.

Talan er so at siga um millumár hjá óføru manningini, sum ikki hevur havt serligar møguleikar at venja saman, tí fleiri teirra hava verið burturstaddar.
Í Klaksvík og Kollafirði luttók báturin við skiftandi manningum fyri at varðveita møguleikan at røkka málinum, sum tær høvdu sett sær. Málið var at vinna á Ólavsøku. Tað skuldi gerast, tá ið fleiri av teimum, sum undanfarnu árini hava róð við, vóru komnar av flatlondum.
Á Skálafjørðinum og á Vágsfirði róði Jarnbardur við somu manning, og leygardagin rukku tær málinum, sum tær høvdu sett sær at vinna á Ólavsøku.
Jarnbardur legði bragdliga fyri, og tað sást skjótt, at hetta fór at verða, sum tað plagdi at vera. Fremsta plássið var ongantíð hótt, og á málinum var Jarnbardur hálva bátslongd undan Riddaranum, sum var fremstur bæði á Eystanstevnu og Norðoyastevnu. Riddarin var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Lóm, sum vann á Kollafirði, og sum í hinum báðum kappingunum var næstfremstur.
At tað gekk so væl hjá Jarnbardi bar við sær, at Smyril, sum í trimum teimum fyrstu kappingunum var nummar trý, hesa ferð varð trýstur aftur á fjórða plássið. Hann var stóra hálva bátslongd aftanfyri Lóm og væl frammanfyri Hvessing.
Á Norðoyastevnu hevði Jarnbardur somu tíð sum Smyril á triðja plássi. Báðir bátarnir fingu ta ferðina fýra stig. Fjórðu plássini á Kollafirði og Skálafjørðinum bóru við sær, at Jarnbardur undan Jóansøkuni hevði tíggju stig. Nú sprakk Jarnbardur upp á seytjan stig. Spurningurin er so, um tað fer at bera honum til at vinna FM.
Um Jarnbardur eisini verður fremstur í teimum trimum róðrunum, sum eru eftir, so endar hann á 38 stigum. Riddarin hevur 24 stig, og um hann verður nærstfremstur í øllum hesum trimum kappingunum, so fer kontan hjá teimum í Miðvági á Ólavsøku at standa á 39 stigum!
Umborð á Jarnbardi hava tær fokus á næstu avbjóðingini, sum verður á Fjarðastevnu annan leygardag. Um tað, sum ikki hevur kenst møguligt skal gerast til veruleika og Jarnbardur harvið fer at endurtaka FM heitið, so skal Lómur syrgja fyri í hvussu so er eina ferð at koma fyrr á mál enn Riddarin. Um Riddarin megnar í hvussu so er at leggja ein sigur aftur at teimum báðum, sum tær í Miðvági longu hava vunnið, so verður tað torført hjá øðrum at vinna FM.
Umborð á Jarnbardi fegnast tær. Longu nú hava tær rokkið málinum, sum tær settu sær fyri at vinna á Ólavsøku!

6 mannafør kvinnur
1Jarnbardur05:09.21
2Riddarin05:11.14
3Lómur05:15.14
4Smyril05:17.20
5Hvessingur05:22.10