Ólavsøkukonsertin nærum útseld

Vánaliga undirtøkan undanfarin ár sær út til at venda
Seinastu árini hevur undirtøkan av Ólavsøkukonsertini verðið sera vánalig. Men nú sær út til, at vend er komin í.

 

Kall kundar hava havt møguleika at ogna sær atgongumerki fyri 150 kr. Í Havn eru hesi bíligu atgongumerkini longu útseld, meðan nøkur heilt fá eru eftir í Runavík og Klaksvík.

 

Tó eru framvegis nøkur atgongumerki eftir í forsølu í høvuðsstaðnum. Hesi kosta 250 kr. og kunnu keypast í Kallbúðunum í SMS og á Óðinshædd ella í Kunningarstovuni. Kl. 16 í dag verða 100 nýggj atgongumerki set til forsølu.

 

Ólavsøkuskráin sær soleiðis út:

 

Kl 22.00 Side Effect

Kl 23.00 Johnny Deluxe

Kl 00.30 Sic

Kl 01.15 Crawling Blue

Kl 01.50 Jack Petersen

Kl 02.10 Páll Finnur Páll

Kl 03.00 Eyðun og Terji

Kl 03.45 Liðugt

 

Við dyrnar kosta atgongumerkini 300 kr.

 

Lagt aftrat seinni:

Nógvar misskiljingar hava verið viðvíkjandi aldursmarkinum. Fleiri halda tað vera 18 ára aldursmark, men fyriskipararnir hava IKKI ásett nakað aldursmark.