Ólavsøkukonsert hevur verið í kommunuskúlagarðinum nakrar ferðir, og skilið hevur verið líka ringt hvørja ferð. Óteljandi fløskubrot liggja og rekast og hótta við at forkoma føroyska ungdóminum.
Sjálvandi er tað ungdómurin sjálvur, sum dregur fløskurnar í garðin, men tað er nú einaferð soleiðis, at ungdómurin er tystur, og lítið man tað muna, at tey tilkomnu halda lítið um tað.
Flestu fløskur, sum tey ungu dragsa við sær, eru úr glasi stoyptar. Tað er ikki so undarligt. Teimum ungu dámar væl øl. Øl fæst ikki í Kommunuskúlagarðinum. Øl úr glasfløskum smakkar nógv betur enn øl úr plastfløskum. Føroyskt plastøl fæst bert í risastórum fløskum, ið ikki hóska til øl, tí ølið dovnar í teimum, áðrenn tær tømast.
Tað hevur øll hesi árini verið sera keðiligt við øllum hesum knústu fløskunum. Tá menn so í fjør søgdu, at eingin glasfløska skuldi inn á konsertøkið, var tað eitt gleðiligt framstig. Tystir hampamenn riggaðu seg til eina glasleysa konsert. Summir blandaðu sær okkurt niður í plastfløskur, og aðrir keyptu sær øl í plastfløskum. Nakrar tímar áðrenn konsertina frættist, at glasfløskur kundu takast við á konsert kortini. Tað er ikki stuttligt at hava gjørt sær ómak við at koma glasleysur á konsert fyri at skera seg til avlívs.
Slíkt kanst tú ikki bjóða fólki. Eg haldi ógvuliga lítið um at vera hildin fyri spott.
Nógv kann gerast fyri at sleppa undan glasfløskum. Tað besta er sjálvandi at nokta fólki at koma inn við teimum. Tað ber til at at hava fleiri vaktir enn undanfarin ár, um arbeiðsbyrðan er ov tung. Eisini ber til at hava eina inngongd til fólk, sum koma við tasku, sekki ella leypi. Tey kunnu so kannast fyri seg. Tey, sum koma við ongum, kunnu sleppa inn ein annan veg. Tað ber eisini til at selja øl á konsertøkinum.
Í øðrum londum verða fólk tveitt í geglið fyri grovt ábyrgdarloysi, tá vanlukkur henda. Var eg einaræðisharri, vórðu menn, sum sýndu slíkt ábyrgdarloysi, settir at rippa húkar. Eftir mínari meining er slíkt revsivert, sjálvt um lítið av skaða stendst av tí. Betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin.
Vónandi verður skilið frægari í ár, men eg stúri fyri, at fyriskipararnir eru so mikið óðir eftir verðini, at heilsan hjá føroyska ungdóminum verður sett í veð.
Vit bíða eftir vanlukkuni.










