Hóast byrjað varð stundisliga, so var skráin so mikið nógv seinkað, at Eyðun og Terji einans høvdu tjúgu minuttir at spæla í Tveireinir spældu teir nøkur av teirra mongu hittum, meðan nýggja lagið hjá Eyðun ?So nógvar røddir? eisini slapp við. Fjøldin sang við av øllum alvi til ?Tú?, ?80?ini?, ?Eros? og ?Dupultsong?.
Tað var áhugavert at síggja ungu tannáringarnar duga øll hesi løgini uttanat, sum vóru gjørd áðrenn tey vórðu fødd. Og okkurt sigur mær, at komandi tannáringar eisini fara at syngja um at liva í áttatiárunum.
Sum sagt, so varð framførslan skorin niður í helvt, so ikki var pláss fyri so nógvum aftrat. Men hetta tóku teir báðir við einum smíli og ynsktu øllum eina góða ólavsøku.