Ólavsøkukabarettin er ikki fyri sartar sálir

-Ólavsøkukabarettin hevur ongantíð verið fyri sartar sálir, og tað verður hon heldur ikki í ár. Vit fara um mørk, og geva tær eitt persónligt prik, meðan tú heldur um búkin og letur láturvøddarnar arbeiða yvirtíð, greiða fyrireikararnir frá. Hon var ikki í fjør, men verður í ár. Tann eini av mongu góðu ólavsøkusiðunum, har okkara tolsama, gestablíða og reyvslikkandi samfelag verður dyrkað.

 

Bólkurin hjá teimum 6 orkubumbunum fer enn einaferð at taka eina kerliga hond um føroysk viðurskifti, og á Ólavsøku stendur slagið.

 

Tær kvinnurnar á ólavsøkupallinum í ár, vóru allar við í kabarettini 2008, tá tær framførdu eina djarva og øsandi kabarett, har 1800 fólk fingu mýkt láturvøddarnar.

 

Leikararnir eru Barbara H. í Stórustovu, Durita Dahl Andreassen, Mariann Hansen, Marita Svartá, Rakul Thomsen og Tjóðhild Partursson.

 

-Trín inn í Sjónleikarhúsið á Ólavsøku og lat okkum sleppa at pirra, forvirra og tirra tykkum - ið tora, siga tær.