Alt síðan 1930-árini hevur kórsangur undir Tinghúsinum í sambandi við skrúðgonguna ólavsøkudag verið fastur táttur í ólavsøkuhaldinum. Fram til miðskeiðis í 60-árunum var tað Havnar Sangfelag – í fyrstani manskór, síðani meira blandað kór - sum tók sær av hesum íkasti til stevnuhaldið. Útvarpskórið - seinni Havnarkórið – helt fram, har gamla sangfelagið slepti; men tey seinastu brátt 40 árini hevur ynski verið at fáa sangarar helst úr øllum landinum at verða við hesa hátíðarløtu á tjóðardegi føroyinga.
Her sum aðrarstaðir økist á hvørjum ári talið av stevnum og summartiltøkum av ymsun slag. M. a. tí hevur kórsambandið í ár valt at hava bert tríggjar fyrireikandi venjingar. Fyrsta venjingin var seinasta sunnudag, har væl kom burturúr; men ynskiligt er, at ein enn fjølmentari sangaraskari møtir til tær báðar seinnu venjingar: í Kommunuskúlaskálanum nú sunnudagin kl. 15.00 – 18.00 og í Læraraskúlahøllini mikukvøldið 25. juli kl. 19.00 – 22.00.
Nú tá kirkjan á ólavsøku í ár umsitingarliga kemur á føroyskar hendur verður serligur dentur lagdur á tætta sambandið millum gudshaldið og fólksligu løtuna kring Tinghúsvøllin. Skráin verður annars eftir sama leisti sum undanfarin ár við m. a. føstu kvøðuni til høvuðsstaðin og tjóðsanginum, har alt fólkið fær høvi at syngja við; men nevnast kann eisini fyrstaframførsla av gjøgnumkomponeraðum satsi til nýggjari føroyskt sálmalag. Eisini óalmenna hugnaløtan hjá kórinum aftaná verður umframt vælkendu summar- og tjóðskaparslagarnar merkt av
onkrum meira forkunnugum.










