Árliga ólavsøkuframsýningin, ið Listafelagið skipar fyri, verður aftur í ár. Sýningin verðu sum vant í Listasavn Føroya.
Framsýningin letur upp 28. juli kl. 15.00 og er opin í vanligu savnstíðini fram til tann 16. august.
Til ber hjá øllum áhugaðum at senda verk inn til sýningina. Evnið í ár er tann globala støðan, sum vit, eins og allur heimurin, eru komin í.
– Hendan tíðin, ofta nevnd, ’í hesum Koronutíðum’. Áhugavert hevði verið at sæð, hvat listafólk arbeiða við í hesum døgum, eisini sum eitt slag av dokumentatión fyri tíðarskeiðið, siga fyrireikararnir.
Fyri at lata verk inn, eru tveir háttir:
Talgild: Tey, sum lata inn talgild, skulu saman við myndum av verkunum senda ein lista til olavsokuframsyning2020@mail.com (ikki gmail) áðrenn 16. juli 2020
Ikki talgild: Til ber at koma við verkum tann 15. juli kl. 12:00-17:00 við inngongd til Verkstaðið á Listasavninum (Ikki kafeina). Ring nr. 212821, um tørvur er á vegleiðing.
– Eru spurningar, eru tit væl komin at seta tykkum í samband við undirskrivaðu á olavsokuframsyning2020(at)mail.com verður sagt í tíðindaskrivi,










