Ein kassi er settur upp har tey vitjandi hava møguleikan at skriva sínar tankar á lepar og lata teir í kassan eftir at hava sæð framsýningina. Umleið triðja hvønn dag skulu leparnir avmyndast, og myndirnar leggjast út á Facebook síðuna til øll at síggja. Hetta er alt sera modernað, prossesmerkt, opið og at síggja til vinarligt mótvegis áskoðaranum. Tað sama kann sigast um leparnar, ið hanga ymsastaðni í framsýningarrúminum við lýsingum av ætlanunum við avvarðandi verki ella við orðafrágreiðingum av eitt nú orðinum fenomenologi. Men tað merkiliga, sum hendir er, at beinasomu frágreiðingarnar fáa eitt árin, sum man vera tað øvugta av ætlanini, tí tað følist eitt sindur niðurlátandi og skapar frástøðu millum verk og áskoðara.
Hetta sigur Kinna Poulsen millum annað, tá hon á www.listaportal.com ummælir Ólavsøkuframsýningina 2018.
Og Kinna sigur víðari í ummælinum m.a. soleiðis:
Estetikkurin á Ólavsøkuframsýningin minnir um aðrar Vár- og Ólavsøkuframsýningar, vit hava sæð seinnu árini. Tað er ljóst og opið, hvítt og svart við verkum, sum í nógvum førum ikki eru málningar, men installatiónir, tekstil, grafikkur o.a. Pappírverk verða sýnd hangandi í luftini til tess at leggja dent á tað tilfarsliga. Hetta riggar í summum førum sum í verkinum hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, HEGN, ið er sera væl plaserað í framsýningarrúminum, og gerst næstan transparent í sólarljósinum. Í øðrum førum er dygdin á kvøldskúlastøði - alt gott um kvøldskúlaarbeiði, men salurin í Listasavni Føroya krevur eitt hægri støði, og eins og ein annar Cato endurtaki eg, at eg haldi, at fleiri listafólk skuldu sent inn til Ólavsøkuframsýningina.
Ummælið hjá Kinnu Poulsen kann lesast í fullari longd her: http://www.listaportal.com/tidindi/2018/7/30/lavskuframsning-vi-orafrgreiingum