Heldur hendan gongdin fram, verða vit longu yvir 51.000 fólk í Føroyum longu á Ólavsøku. Tað spáa tey á Hagstovuni.
Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at tann fyrsta apríl var búðu tað 50.778 fólk í Føroyum og sostatt er væntandi, at vit koma upp um 51.000 fólk í summar. Hagstovan sigur, at verður gongdin teir næstu mánaðirnar nøkulunda sum í fjør, er væntandi, at fólkatalið fer at veksa eini 225 fólkum frá apríl til í juni, og so kunnu vit vera farin upp um 51.000 fólk longu fyri ólavsøku.
Hagstovan sigur nevniliga, at seinastu tølini vísa, at fólkavøksturin í Føroyum heldur fram við somu øði sum hann hevur gjørt hesi seinastu trý árini. Hetta merkir, at fólkatalið er vaksið umleið 1,5 prosent um árið, men í veturin hæsaði vøksturin eitt sindur av, tí tá var hann ímillum 1,3 og 1,4 prosent.
Hagstovan heldur, at hetta kundi verið tey fyrstu teknini til, at vøksturin varð hæsaður av, Mmen seinni í vetur, og nú í vár, hevur vøksturin aftur tikið dik á seg, og er komin upp aftur á 1,6 prosnet. Men tey leggja afturat, at tølini eru smá og lítið skal til at koppa gongdini antin ein veg, ella hinvegin