Ólavsøku renningin

27. juli skipar Bragdið fyri rennikapping, sum er ein partur av Grand Prix 2000

Runnið verður eins og í fjør í seks bólkum. Tað eru gentur og dreingir fødd í 91´ ella seinni, gentur og dreingir fødd millum 90´ og 87´ og kvinnur og menn.

Í ólavsøkuskránni stendur, at byrjað og endað verður við farstøðina, men tað er nú broytt, av tí at nógv virksemi verður á bryggjuni henda dagin. Tí er renningin flutt til parkeringsøkið á Skálatrøð. Byrjað verður klokkan 18.30 tann 27. juli.

Í Grand Prix 2000 er stórur spenningur um, hvørjir vinnararnir verða. Hjá kvinnunum stendur kappingin millum Rigmor N. Joensen og Sunnuvá Bjarnastein, meðan hjá monnunum eru tað Bogi Lenvig og Guttorm Sørensen, sum hava møguleika at vinna.

Bragdið sigur, at renningin er fyri øll, og tilmelding er á Skálatrøð klokkan 18. Kappingin byrjar klokkan 18.30.