Ólavsøkan týdning fyri Bryggjuna

Stjórin á Bryggjuni, Helga Hjørvar, fegnaðist um góðu undirtøkuna av ólavsøkuhaldinum, sum hon heldur hava stóran týdning fyri myndina av Bryggjuni úteftir


Í gott eitt ár hevur fyrrverandi stjórin í Norðurlandahúsnum, Helga Hjørvar, virkað sum stjóri á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, har sendistovurnar hjá Íslandi, Grønlandi og Føroyum húsast. Helga fegnast um, at stig vórðu tikin til at fáa ólavsøkuhaldið út á Bryggjuna fyri trimum árum síðani.
- Bryggjan er ikki bara eitt nátúrligt men eisini eitt framúr gott umhvørvi fyri ein slíkum tiltaki. Ólavsøkuhaldið hevur eisini stóran tydning fyri mátan vit markera Bryggjuna úteftir, sigur Helga. Hon ásannar, at mentanarlig tilboð ikki júst eru ein mangulvøra í Keypmannahavn. Tí hava tey lagt serliga nógva orku í at markera stovnin á ein hátt, sum letur eyguni upp fyri serstøku norðuratlantisku mentanini.
- Samanumtikið hevur hetta eydnast sera væl. Tað er blivið alsamt meir populert at vitja Bryggjuna, og tiltøkini fáa góða undirtøku, sigur Helga, sum dámar sera væl í starvinum.
- Tað býr jú eitt órúligt potentiale í einum so serstøkum bygningi. Men eisini sum kunningarmiðdepil hevur Bryggjan fingið ein týdningarmiklan leiklut fyri bæði virki og einstaklingar, sum samstarva við londini, sum eru umboðaði í húsinum, sigur Helga Hjørvar