Ólavsøkan gekk fínt

Veðrið var av tí besta um ólavsøkuna og Tórshavnar Ítróttarráð letur væl at, nú tjóðarhátíðin er frarin aftur um bak og hyggjast kann aftur á tey ymsu tiltøkini, ið ráðið skipar fyri

Tórshavnar Írtóttarráð stendur fyri tí mesta, ið fer fram á ólavbsøku, tá hugsað verður um básar og tivoli og líknandi. Kristianna Høgnesen frá Tórshavnar ítróttarráð sigur, at ólavsøkan í ár hepnasðist væl. Hetta er fyri stóran part orsakað av veðrinum, ið hevur verið sera got um ólavsøkuna. Enn er ikki gjørt upp, men aælt bendir á, at úrslitið er sera gott.
Í fjør var veðrið ikki gott og úrslitið hjá teim ymsu básunum í býnum, ið høvdu ymiskt at bjoða, var har eftir.
Longu fyrsta dagin í ár bendi á, at talan fór at vera um eitt gott ár og tað vísi seg at passa, sigur ein vælnøgd forkvinna í Tórshanvar Ítrótarráð.