Sunnudagin 27. juli: Opið kl. 14 ? 18 .
Fernisering 15 ? 17 við tveimum listafólkum, Niels Salmony, 59 ár, úr Trongisvági, sjálvlærdur, hevur oljumálningar í stovuni og norðmaðurin Bjørn Lerberg, sum er útbúgvin innan listsøgu, hevur kalt glas, raku og pit-fire á 1. hædd. Hansara tema eru: fuglur, fjøll og fiskur.
Føroyahúsið bjóðar sneisabitar og vín. Eisini verður tónleikur.
Mánadagin 28.juli, Ólavsøkuaftan: Opið kl. 14?01.
Kl. 14?21: Matsøla við føroyskum viðskera, nýbakaðum pannikøkum, vaflum o.a.
Kl. 15?17.30 Vit lýða á kappróðrarsendingina o.a.
Kl. 18: Ólavsøkan sett og felagssangur. Virgar Dalsgaard heldur røðuna
Kl. 20.30?01: Kafékvøld og dansur. Ian Onghamar og Lítli Jóhan, Jóhan Danielsen spæla til kafékvøldið og dansin. Eisini verður farið upp á gólv.
Týsdagin 29.juli, Ólavsøkudag: Opið kl. 14?23.
Kl. 17.00 Ólavsøkuguds-tænasta í Elaskirkjuni. Bergur Jacobsen prædikar
Kl. 18?20: Ólavsøku-buffet: Leskiligt sjálvtøkuborð við fleiri rættum, saltum og øðrum + kaffi og smákøkur fyri 100 kr.
Kl. 20?23: Hugnakvøld við felagssangi, tónleiki. Páll Sólstein spælir klaver og Bergur Jacobsen spælir klarinett. Martin Fjallstein heldur ?midnáttarrøðuna" uml. Kl. 21.30
Øll eru vælkomin og øllum ynskja vit góða ólavsøku!!!










