Fýra vinfólk, sum øll eru búsitandi uttanlands, trý í Keypmannahavn og ein í USA, vóru komin oman í býin at hátiðarhalda ólavsøkuna.
"Sum útiseti er ólavsøkan eitt ordiliga gott høvi at síggja vinfólk og fyrrverandi floksfelagar aftur, sum man ikki hevur sæð í longri tíð," sigur Sólgerð Johnsdóttir Færø úr Klaksvík.
"Ja," sigur Erla, "at ganga oman og niðan. Man møtir alla tíðina onkrum, sum man steðgar upp at práta við. So tað er ordiliga stuttligt," sigur Erla Dögg Heradóttir Hammer somuleiðis úr Klaksvík.
"Vit hava øll í kvøld verið til nátturða hjá vinmanni. Annars hevur man verið til kappróður og landskappingardyst uppi í Gundadali. Eisini hugsaði eg um at fara at tjekka gocart uppi við Bónus av," sigur Hallur Markná úr Tórshavn, "ólavsøkan er uttan iva eitt av hæddarpunktunum í árinum. Ja, stutt sagt er ólavsøkan fantastisk."
"Ólavsøkan er heilt sikkurt nógv størri enn 17. juni í Íslandi. Her í Føroyum tykist tað, at nógv størri partur av tjóðini kemur á ólavsøku enn tilsvarandi í Íslandi til 17. juni," sigur Hanus Jacobsen, sum hevur búð í Íslandi mesta partin av lívi sínum, men sum hevur lisið í USA síðstu fýra árini. "Eg royni altíð at koma til Føroya um ólavsøkutíð, tí hon er nakað heilt serligt."
"Eitt, sum man heldur ikki skal forsmáa við ólavsøkuni, er øll tey flottu mannfólkini í føroyskum klæðum" sigur Sólgerð flennandi at enda.