Ólavsøkan er byrjað, og tað hevur verið nógv fólk í býnum í Havn í nátt. Men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt, kortini. Eisini løgreglan hevur verið nógv í býnum og hevur verið á gátt á skeinkistøðum at vita um alt er eftir forskriftunum, og tað var tað.
Tað einasta, sum er hent, er, at ein maður fær bót fyri at bróta politiviðtøkurnar fyri at órógva almenna friðin. Hann var ólátaður og illur í sær inni á einum skeinkistaði, men gjørdi kortini ikki nøkrum nakað.
Mitt í nátt steðgaði løgreglan einum fólki í býnum, og tá ið tað varð kannað, vísti tað seg, at tað hevði eina líta nøgd av hassji uppi á sær. Mett var, at tað var til egið brúk, so viðkomandi fær eina bót.
Seinnapartin í gjár vóru annars boð eftir løgregluni tvær ferðir at koma eftir fólki, sum lógu avdottin. Í øðrum føri var viðkomandi koyrdur til húsar og í hinum førinum varð viðkomandi hjálptur aftur á føtur, so kláraði hann seg sjálvur.










