Ólavsøka: Trúarjáttanin við nýggjum lag

Tá Jens Mortan Mortensen, prestur í Hvalba, ólavsøkudag heldur ólavsøkuprædikuna fyri 2019, so verður tað eisini við einum nýggjum lag til trúarjáttanina. Prestur, sum eisini er útbúgvin urguleikari, hevur sjálvur skrivað lagið.

Í samrøðu í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum er borið í hvørt hús, greiðir Jens Mortan Mortensen frá, at hann helt tað vera stuttligt og hóskandi við føroyskum lag. Hann sigur seg tí eisini vera greiðan yvir, at slíkt hevur við kenslur at gera, og er sera ringt at broyta.

Nótarnir til nýggja lagið síggjast omanfyri, og lagið er eisini at hoyra á youtube;

Trýst her: https://youtu.be/eFefrnTg9PU