Tíðindaskriv
SMS
Leygardagin kl. 11.00 verður árliga ólavsøkuframsýningin í SMS sett. Klokkan 11.30 syngur amerikanski gospelsangarin Russ Taff. Tann stóra ólavsøkuframsýningin í SMS verður í ár gjørd saman við Fornminnissavninum. Framsýningin verður sett leygardagin 17. juli kl. 11.00 av Eyðuni Andreasen, fólkalívsfrøðingi.
Fleiri brúðarpør
Framsýningin umfatar eina rúgvu av myndum av brúðarpørum, umframt brúðarklæðir gjøgnum tíðirnar. Fornminnissavnið eigur bæði myndirnar og klæðini.
Tilsamans er talan um umleið 200 myndir, har Fornminnissavnið kennir nøvnini á fólkunum á teimum 60. Fleiri myndatakarar hava tikið myndirnar kring alt landið, og Fornminnissavnið vónar, at fólk fara at hjálpa við at finna útav, hvørji fólkini eru á myndunum. Talan er ikki bara um brúðarpør, onkuntíð eru onnur á myndunum eisini, eitt nú systkin.
Føroysk framleiðsla
Á framsýningini verða eisini nøkur dømi um brúðarstás, t.d. tríggir brúðarkjólar frá ávíkavist 1915, seinast í tjúgunum og seinast í 40'árunum, umframt tveir klædningar, annar frá umleið 1900 og hin frá seinast í 40'árunum.
Viðvíkjandi gomlu klæðunum er at viðmerkja, at talan er um føroyska framleiðslu, og at øll klæðini verða útstillað í glasmontrum.
Russ Taff á setanini
Í sambandi við setanina leygardagin hevur SMS gjørt avtalu við fyrireikararnar av G! Festival, sum er í Gøtu fríggjadagin og leygardagin, at kendi amerikanski gospelsangarin, Russ Taff - sum framførir á G! leygardagin kl. 19.00 - eisini trínir á pallin á Torginum í SMS. -Russ Taff hevur roynt seg innan eina ørgrynnu av genrum, og hevur sum fáur megnað at samantvinna samtíðartónleik við bæði tónleikaligu, mentanarligu og andaligu røtur sínar djúpt í suðurstatunum í USA. Eitt orð, ið væl kann lýsa stílin hjá rock'n'rollaranum, soul manninum, country og gospel sangaranum Russ Taff, er 'Sál'. Framførslan hjá Russ Taff á Torginum í SMS verður leygardagin kl. 11.30.