Men ólavsøkan kostar. Og ólavsøkan kann kosta rættiliga nógvar pengar. Ballónir, kandifloss, hoppiborgir og pylsur kosta pengar. Hjá eini barnafamilju kann ólavsøkan skjótt blíva ein dýrur umgangur. Tað sama er galdandi fyri mong onnur, sum mugu venda hvørjari krónu fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. Alskyns ítróttartiltøk, dansir, mattilboð, mentanartilboð og alt hitt, ið hoyrir ólavsøkuni til, er ikki ókeypis.
Um dagarnar eru komin út skrá yvir mongu tiltøkini á ólavsøku. Alt gott um tey, ið skipa fyri ymiskum tiltøkum á ólavsøku og mugu seta ein prís á, fyri at tað skal mæla runt fíggjarliga. Sjálvandi skal tað ikki vera so, at fólk skulu hava útreiðslur og líða neyð, tí tey hava skipað fyri einum tiltaki á ólavsøku.
Lukkutíð telur ólavsøkuskráin eisini fleiri ókeypis tiltøk. Tiltøk, sum børn og vaksin kunnu fara til, uttan at hetta kostar teimum nakað sum helst, og sum eru garantur fyri frálíkum upplivingum.
Niðanfyri varpa vit ljós á nøkur av teimum tiltøkum, sum feløg, einstaklingar, fyritøkur og Tórshavnar kommuna hava skipað fyri og sum ikki kosta eitt oyra. Tað er bæði deiligt og fyrimyndarligt, at tað eru stigtakarar, sum ikki hugsa um, at nú skulu tey skúma róman og vinna mest møguligt burtur úr teimum túsundtals føroyingum, sum vitja høvuðsstaðin á tjóðarhátíðini.
Tí ólavsøkan skal ikki verða nøkur kreppusøka. Tjóðarhátíðina skulu øll kunna halda, øll skulu hava møguleika at hugna sær og halda sær á gaman. Og tað kunnu vit, tíbetur. Takk fyri tað – og góða ólavsøku!