Ólavsøka í Keypmannahavn

Eisini føroyingar í útlegd varðveita føroyskan sið.

Eftir at Martin Fjallstein leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hevur tikið stig til at samla fólk frá fleiri av feløgunum í Keypmannahavnarleiðini, er ein arbeiðsbólkur nú settur til at kanna møguleikarnar fyri at halda ólavsøku á økinum í og uttan fyri Norður Bryggjuna á Grønlands Handelsplads í Keypmannahavn.



Hugskotið er komið, tí tað nú er eitt stað, ein miðdepil, har tað er møguligt at halda eitt ólavsøkulíknandi tiltak. Hetta er møguligt í og uttan fyri Bryggjuna. Til ber at rógva kapp á sjónum fram við Bryggjuni, hava ymisk tiltøk til gaman á sjálvum bryggjuøkinum framman fyri Bryggjuna og hava onnur mentanartiltøk í sjálvum húsinum. Í stuttum kann sigast, at umstøðunar eru til góðar, nú føroyingar og aðrir norðbúgvar hava fingið ein framm úr góðan miðdepil, har tey kunnu samlast til álvara og gaman. Bæði Trygvi Johansen, leiðari á Føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn, og leiðarin á Norður Bryggjuni, Morten Melgaard taka undir við og stuðla tiltakinum.



Fyrstu fundirnir hjá arbeiðsbólkinum hava longu verið. Ymisk tiltøk hava verið løgd framm, og arbeiðsleiðarar eru settir til at kanna møguleikanar fyri at fáa tiltøkini upp á beinini og síðani skal ein ætlan gerast fyri at fáa tey mongu tiltøkini gjøgnumførd.



Royndirnar hjá fólkunum, ið skulu fáa tiltøkini í lag, so at tað eydnast at fáa eitt stórsligið og vónandi væleydna tiltak, er í lagi. Í arbeiðsbólkinum eru fólk, sum í sínari tíð vóru við til at fyrireika tiltakið Føroyar í Fokus, fólk, sum hava staðið fyri øðrum tiltøkum, m. a. føroyska ískoytinum til Keypmannahavn sum Kulturby ´96, Nordatlantisk Kultur Festiaval í 2002 og tað árligu Atlantic Airways Færø Regatta í Ishøj Havn, sum í ár verður hildin fyri 17. ferð á rað. Alt tiltøk, har tað hevur verið um Føroyar, føroyska mentan, føroyskt fólkalív og føroyskt vinnulív.



Sjálvandi kann eitt tiltak av hesum slag ikki fáast í lag einans við tí stóra áhuga og arbeiðságrýtni, sum øll í arbeiðsbólkinum vísa. Krónur og oyru skula eisini fáast til vega. Nøkur tiltøk geva pening og hvíla í sær sjálvum, onnur krevja peningaligan stuðul. Her kann nevnast, at danir síggja føroyingar í Danmark og tað, tey umboða, sum góða umboðan fyri Føroyar, føroyska mentan og føroyskt vinnulív.



Arbeiðsbólkurin heldur tað tí vera eina sjálvfylgu at venda sær til føroysku myndugleikarnar, føroyska vinnulívið og norðurlensku samarbeiðsfeløgini til tess at fáa peningaligan stuðul til eitt ólavsøkutiltak á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn. Eitt tiltak, sum vónadi verður ein fastur árligur táttur, so føroyingar í Danmark stoltir kunnu siga:" Eisini føroyingar í útlegd varðveita føroyskan sið".