Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland liggur mest sum í stað og fer í tíðarbilum at senda brúgvaløg inn yvir Føroyar. Mitt í næstu viku fer ein veikur hátrýstsryggur at gera veðrið støðugari.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Út á kvøldið makar hann vindin niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður og møguliga mjørki. Út á dagin onkrir sólglottar og sum frá líður fyri tað mesta turt. Í nátt verður skýggjað og regn og támut. Hitin millum 9 og 13 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Ælaveður, men eisini onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina niður í 10 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men eisini løtur við sólglottum. Hitin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 8 og 11 stig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Ælaveður, men sum frá líður sól og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.