Lava var trífaldur málskjútti

Higartil hevur tað ikki eydnast nøkrum liði at vinna fulla úrtøku ímóti Víkingi

Tað er full skrúva fram hjá Víkingi. Síðani Eyðun Klakstein tók við sum venjari, hevur liðið spælt fýra dystir í VFF kappingini. Víkingur hevur spælt ein javnan – 2-2 í Runavík – og Víkingur hevur vunnið tríggjar ferðir.

Síðsti sigurin var ídag, tá ið KÍ fór úr Sarpugerði við 5-3 tapi. Hetta var aðru ferð, at Víkingur hevur vunnið 5-3. Fyrra ferðin var 11. januar á Skála. Hetta var onnur ferðin, at KÍ einki fekk burturúr. Fyrra ferðin var í Trongisvági fyri einari viku síðani, tá ið TB vann 2-1. KÍ hevur vunnið 2-0 ímóti B36, spælt 3-3 ímóti HB, og í dag tapti KÍ 5-3 ímóti Víkingi.

Klaksvíkingar vóru frammanfyri 3-2 eftir fyrra hálvleik, men so svaraði Víkingur aftur og vann 5-3.

Álopsspælið riggaði betri enn verjuspælið. Í tí er nógv eftir at fáa uppá pláss.

Andreas Lava Olsen hevur verið sera væl upplagdur í fyrstu venjingardystunum. Í dag skoraði hann trý mál – til 1-1, 3-3 og 5-3. Hini málini hjá Víkingi skoraðu Sølvi Vatnhamar til 2-2 og Lukasz Cieslewicz til 4-3.

Hjá KÍ skoraði Alseeio Hyseni til 1-0, Boris Dosljak til 2-1 og Patrik Johannesen til 3-2.

Víkingur legði fyri í hesi uppstilling: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Vukasin Tomic, Noah Mneney, Bergur Gregersen – Bogi Reinert – Petersen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz, Andreas Lava Olsen, Ingi Jonhardsson. Í seinna hálvleiki vórðu skiftir inn: Elias Lervig, Hjalti Strømsten, Rani Hansen, Olaf Bárðarsson, Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, og Tonni Thomsen.

KÍ legði fyri í hesi uppstilling: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Sebastian Avanzini, Jákup B. Andreasen, Alessio Hyseni, Boris Dosljak – Patrik Johannesen, Ole Erik Midtskogen. Í seinna hálvleiki vórðu skiftir inn Steinbjørn Olsen, Børge Petersen, Ólavur Niclasen og Gulak Jacobsen.