Lava úti í seks vikur

Margháttilig óhapp: Hann misti ein knív á fótin - Hans Jørgen Djurhuus svímaði.

Tá ið Víkingur í kvøld vann 4-0 ímóti ÍF, var tað uttan stríðsmannin Andreas Lava Olsen í hópinum. Hann er úti tær næstu seks vikurnar.


Orsøkin til tað er, at hann var í einum óhappi uttanfyri vøllin. Hann misti ein knív niður á fótin og hevur meiðslað eina spong so mikið, at hann ikki fær spælt næstu tíðina.


Hans Jørgen Djurhuus mátti lata seg útskifta í dystinum ímóti ÍF í kvøld. Hann fekk ein bólt í høvdið við somikið nógvari ferð, at hann svímaði og mátti hjálpast av vøllinum.


Miðvallarveteranurin hevur verið hjá lækna, har hann hevur fingið boð um at hvíla seg tað næsta samdøgrið, men annars væntandi verður skjótt klárur aftur.