Lava sleppur ikki upp í part

22 spælarar hava verið í landsliðshópinum, sum hevur fyrireikað seg til dystin ímóti Serbia í kvøld.

 

18 spælarar kunnu verða á dómaraseðlanum, og tí skuldu fýra spælarar slúsast út úr hópinum fyri dystin í kvøld.

 

Valið fall á Andreas Lava Olsen, Herbert í Lon Jacobsen, Palla Augustinussen og Johan Ejvind Mouritsen.

 

Kanska er tað mest merkisvert, at Andreas Lava Olsen, sum er skjótur og sterkur álopsspælari ikki slapp upp í part í hópinum hesaferð