Víkingur er í kvøld á veg av Dungasandi í Sørvági við 4-2 sigri ímóti 07 Vestur. Hálvleiksstøðan var 3-1.
Heimaliðið legði seg á odda í 8. minutti, tá ið Predrag Jeremic við fínum frísparki úr 17 metrum sendi bóltin framvið manngarðinum og í málið.
So var tað, at Andreas Lava Olsen fór at gera um seg. Tá ið Finnur Justinussen varð skaddur, vrð spurnartekin sett við, hvussu tað fór at vera við álopinum hjá Víkingi. Teir í Víkingi sakna Finn Justinussen, men Andreas Lava Olsen vísti í kvøld, at hann framvegis veit, hvar málið er.
Í eitt korter – frá 17. og fram til 32. minutt – skoraði hann trý mál og harvið reint hattrikk. Hann stútaði eitt, fluktaði eitt, og eitt skoraði hann eftir fínt eitt tvey samanspæl við Sølva Vatnhamar.
Tað var Sølvi Vatnhamar, sum staðfesti 4-2 sigurin, tá ið tað restaðu 22 minuttir. Við heilt framúr snildari avlevering varð hann spældur leysur mitt fyri málinum. Arnbjørn Svensson átti genialu sendingina, meðan verjuspælararnir stóðu og hugdu at.
Eitt sindur av spenningi kom í, tá ið 07 Vestur minkaði um munin til 3-2. Málið skoraði Martin Heilbert Pettersen fimm minuttir frammanundan, at Víkingur skoraði til 4-2.
Víkingur hevur higartil í ár havt fleiri ungar spælarar á liðnum, og í kvøld vóru fleiri ungir spælarar enn higartil á liðnum hjá Víkingi. Umframt Géza David Turi, Noah Mneney og Olaf Bárðarson var Ingi Jonhardsson á vongverjanum í vinstru ímillum teir fyrstu ellivu, Martin Klein Joensen og Signar á Brúnni vórðu skiftir inn, og fram ímóti dystarenda varð Bergur Jákupsson Poulsen fyri fyrstu ferð skiftur inn á besta liðið hjá Víkingi.
Úrslitið í Sørvági í kvøld ber við sær, at tað í hesum umfarinum vóru fýra favorittsigrar á útivølli og ein favorittsigur á heimavølli.
Longu mikukvøldið verður nýtt umfar. Tá er skráin henda: KÍ – HB, NSÍ – Víkingur, B68 – ÍF, 07 Vestur – EB/Streymur og TB – B36.
07 Vestur – Víkingur 2-4 (1-3)
1-0: Predrag Jeremic
1-1: Andreas Lava Olsen
1-2: Andreas Lava Olsen
1-3: Andreas Lava Olsen
2-3: Martin Heilbert Pettersen
2-4: Sølvi Vatnhamar
Dómari: Rúni Gaardbo
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Asbjørn Heðinsson, Dann Fróðason, Heine Mortensen, Jóannis á Steig – Teitur Olsen, Martin Tausen, Martin Heiberg Pettersen, Predrag Jeremic – Erling F. Myklebust, Zoran Vujovic
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Geza Dávid Turi, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen
KÍ | 6 | 6 | 0 | 0 | 20 | 2 | 18 |
HB | 6 | 4 | 1 | 1 | 23 | 5 | 13 |
NSÍ | 6 | 4 | 0 | 2 | 14 | 10 | 12 |
Víkingur | 6 | 3 | 2 | 1 | 9 | 6 | 11 |
B36 | 6 | 2 | 3 | 1 | 7 | 6 | 9 |
ÍF | 6 | 2 | 1 | 3 | 9 | 16 | 7 |
07 Vestur | 6 | 2 | 0 | 4 | 10 | 20 | 6 |
EB/Streymur | 6 | 1 | 2 | 3 | 5 | 11 | 5 |
B68 | 6 | 0 | 2 | 4 | 7 | 14 | 2 |
TB | 6 | 0 | 1 | 5 | 5 | 19 | 1 |