Lava setti hol á stórsigur

Leirvíkingurin Andreas Lava Olsen skoraði fyrsta máli, tá Frem í dag vann heili 0-7 á KB. Áleyparin, sum undan skaðanum taldist millum leikararnar, landsliðsvenjarin Brian Kerr ynskti at hava í sínum hópi, byrjaði inni í dystinum, men skiftur út stutt eftir steðgin.

 

Hóast sjey mál gingu heili 39 minuttir, áðrenn BK Frem fekk hol á. Eftir innlegg stóð Andreas Lava Olsen við handaru stong og stútaði bóltin trygt í netið. Frammanundan hevði áleyparin havt onkran góðan møguleika, uttan at tað tó gjørdist vandamikið. Stutt inn í seinna hálvleik hevði leirvíkingurin enn ein góðan møguleika, men málverjin var vaks og vardi fyri.

Hóast Lava bert spældi ein lítlan tíma, høvdu BK Frem ongar trupulleikar við at skora eftir at hann varð skiftur út.

 

Frem liggur á odda í Keypmannahavnarseriuni við 51 stigum eftir sjey dystum, níggju stig frammanfyri nummar tvey, ið hevur spælt ein dyst meiri. 35 av teimum stigunum, Frem hevur í dag, høvdu teir við sær kappingini undan vetrarsteðginum. Sostatt eru Frem væl á veg at flyta upp, hóast kappingin enn er ung.